Tjóðveldishópurin klárur við gerandisloysnum 

Tjóðveldi legði í dag valskránna fram undir savnandi heitinum "vit skulu loysa gerandisdagin." 

 

- Tjóðveldi er loysingarflokkurin í Føroyum og tann samhaldsfasti flokkurin, sum vil

 

skapa javnbjóðis kor og rættindi at virka, skapa, framleiða og liva í Føroyum.

 

 

 

Vit skapa og eiga eitt ómetaligt ríkidømi í landinum. Men ríkidømið og møguleikarnir eru

ójavnt býtt. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum, har vit skapa virðir, segði Høgni Hoydal, formaður, sum saman við næstforkvinnuni Sirið Stenberg legði fram. 

 

 

 

At tað skal vera bíligari at liva í Føroyum, og at tað serliga eru tey við lægstu inntøkunum, sum nú eiga fyrst at verða lyft upp, gongur ígjøgnum alla valskránna. 

 

 

 

Fíggingin til hesi mál skal millum annað koma frá vinnufeløgunum við hægstu vinningunum - sum jú eru serliga høgir í løtuni. 

 

 

 

Tjóðveldi leggur, umframt umfordeiling, eisini dent á at gera yvirtøkur av m.a. loftrúminum og løgregluni í komandi valskeiði, og rópar varskó um støðuna hjá føroyska málinum. Og so fer flokkurin til val uppá at tryggja búskaparstøðuna, og at hetta verður gjørt við egnari megi heldur enn blokkstuðli. 

 

 

 

Á listanum hjá Tjóðveldi eru 31 valevni. Á myndini eru øll tey, sum høvdu høvi at koma til framløguna í Smæruni í Havn í dag. 

 

 

 


Sjálvbjargni og góð livikor hjá øllum.