Tjóvarí á Toftum og í Hoyvík

Í nátt hevur løgreglan havt eitt átak á Toftum, har roynt varð at avdúka stuldur og herverk, men í nátt varð einki illgrunasamt staðfest.

Tað kemur meira enn so fyri, at løgreglan fær fráboðan frá bátaeigarum, sum hava verið fyri stuldri ella herverki í bátum og við havnaløg.

 

Í summum førum kann talan vera um ein afturvendandi trupulleika - og ikki bara um eina hending, men fleiri hendingar yvir tíðarskeið.

 

Soleiðis hevur eitt nú verið á Toftum.

 

Her hava bátaeigarar við jøvnum millumbilum mist bæði olju og bensin úr tangum og dunkum, og stundum hevur talan eisini verið um herverk.

 

Hendingarnar hava ført til, at løgreglan síðstu nátt gjørdi eitt málrættað átak á Toftum, har tey koyrdu runt og hildu eyguni við, hvat fyrigekk kring havnalagið.

 

- Jú, vit hava fingið fráboðanir um bæði stuldur og herverk, men í nátt varð einki illgrunasamt staðfest í økinum, veit vaktleiðarin hjá løgregluni at siga í morgun.

 

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan úr Hoyvík um stuldur í einum hjalli, og her var tað øl, sum varð stolið.

 

- Tað hava verið onkrar slíkar hedingar um hesar leiðir, har stolið er úr hjallum, men síðan hevur hetta hasað av aftur - helst, tí tey, sum hava stolið, hava verið avdúkað.

 

Vaktleiðarin heldur, at tað helst hevði havt sína ávirkan í hesi myrku tíð, um fólk kanska høvdu sjálvvirkandi ljós, sum tendraðu, tá okkurt rørist í umhvørvinum.

 

- Tá hevði tann ella tey, sum ætla at fremja stuldurin, í øllum førum verið í størri vanda fyri at verið avdúkað, leggur vaktleiðarin aftrat.