Tórshavnar miðbýur, og fólki ið har eigur at búgva

Orðið Bústaðarskylda er onki hugaligt orð, tí tað er við til at skerja okkara frælsiskenslu, eins og at leggja avmarkingar fyri ognarnýtsluna hjá privatfólki.

 

Vinnubygningar sum heilt ella lutvíst verða nýttir til útvent vinnuligt endamál, eiga eisini at verða undantiknir einum møguligum framtíðar bústaðarkravi, tó at hesi við góðum treytum kunnu eggjast til júst hetta eisini.

 

Men eg meini, at nakað eigur at gerast við tey mongu sethúsini í niðara býlingum okkara í Havnini í dag, sum í alt ov stóran mun verða brúkt til umsitingarhøli hjá eitt nú Fakfeløgum, Almennum stovnum, Teknistovum o.s.fr. sum øll hava tað til felags at hesi krevja nógv parkeringsøki til starvsfólk og viðskiftafólkum teirra. Hesi eru ikki virkin sum grannar í ymisku grannaløgunum. Og eru hesi eisini við til at økja óneyðugt um fastognar søluprísin í miðbýnum, við teirra lutfalsligu høgu keypiorku, og tískil viðvirkandi til at minka um bústaðar útboðið í hesum økjum.

 

Um hesi sethús, uttan ov strong krøv blivu mannað við fastbúgvandi, ella um ikki annað sum stutttíðar leigubústaðar, hevði tað verið ein bati fyri bústaðartørvin í býnum, eins og óiva at betra um trivnanin í ymisku grannaløgunum.

 

Tórshavnar kommuna eigur at mæla øllum hesum omanfyrinevndu stovnum/feløgum at umhugsað nýggja staðseting av virksemi teirra, og ikki minst, at hesi vera eggja til saman at húsast í størri felagseindum enn vit síggja tey gera í dag. Hetta bæði fyri at avmarkað plásstørvin virksemi teirra krevur, men eisini umhvørvisliga at hugsað størri (grønari) felagshølir við felagsútgerð, har tað er tað ber til.

 

Eg meini at orkan hjá Tórshavnar kommunu fyrst og fremst skal vera løgd í at bjóða hesum óvirknu grannunum í ymisku grannaløgunum, aðrar umstøður til virksemi teirra, áðrenn bústaðarskylda verður umhugsað at leggja á teir privatuognareigarar í niðaru býarlutum okkara.