Tað endaði 2-2, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36. Hálvleiksstøðan var 2-1 til NSÍ, sum longu eftir eitt stórt korter var frammanfyri 2-0.
B36 minkaði um munin tveir minuttir undan steðginum, men tað sá leingi út til, at tað fór at eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku ímóti B36, sum er topplið í næstbestu deildini.
Men so var tað tveir minuttir undan leikloki, at Petur Guttesen javnaði til 2-2. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 22 ára gamla Petur Guttesen í næstbestu deildini. Hann spældi ein dyst í næstbestu deildini í 2020, og so hevur hann í ár spælt átta dystir, veit FaroeSoccer at siga.
Fimm minuttir vóru farnir, tá ið 18 ára gamli Ragnar Steinhólm legði NSÍ á odda 1-0. Hetta var aðru ferð í ár, at Ragnar var málskjútti í 1. deild. Hann skoraði eisini, tá ið B36 fyri einari viku síðani vann 3-2 í Runavík.
Tíggju minuttir seinni økti Kári Johannesen til 2-0. Hetta var triðja ferðin í ár, at Kári Johannesen var málskjútti í næstbestu deildini. Í sambandi við bæði málini var tað superveteranurin Pól Jóhannus Justinussen, sum átti uppleggið.
20 ára gamli Rói Wilhelm Fossabrúgv minkaði um munin, tá ið hann fyri aðru ferð í ár var málskjútti í næstbestu deildini, og so var tað, at Petur Guttesen í næstsíðsta minutti javnaði.
Í 11. umfari fer NSÍ, sum er á sjeynda plássi við 14 stigum, at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík. B36, sum er topplið við 22 stigum, fer í 11. umfari at spæla á Argjum.