Nú FAG í síni ársfrásøgn fyri stuttum kom við hugsan síni, um ymiskar rættingar sum tey meina, at bæði land og kommunur hava tørv á at fremja fyri at betra um haldføri.
Loyvi eg mær at endurtaka mína hugsan í lesarabrævi á in.fo frá primo 2023, um júst hesar tillagingar sum eg meinti tá og meini enn, at ein komandi
býráðsseta í Tórshavnar kommunu eigur at gera á starvsuppgávuøki hennara.
Starvsfólka uppgávurnar hjá Tórshavnar Kommunu eiga at vera endurskoðaðar.
Við hesum meini eg, at starvsfólkahópurin hjá Tórshavnar Kommunu eigur at minka til bert at hugsavnað seg um tær kjarnuuppgávur sum onnur enn Kommunan sjálv ikki skulu loysa.
Hvat er alneyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at stýra niður í smálutir?
Heldur skuldi Tórshavnar Kommuna útveitt sum mest av teimum einstáttaðu og verksligu uppgávunum, tó við sterkum sáttmálum kommununar vegna. Og við hesum samstundis styrkt um umsitingina hjá Kommununi eitt vet, fyri at hava eitt nøktandi eftirlit við útveittu uppgávunum.
Eg havi býtt í tríggjar bólkar, nakrar av ymisku uppgávunum og tænastum sum Tórshavnar Kommuna í dag loysur fyri borgaran.
Bólkur 1. Eru dømi um tær tænastur sum ongin annar enn Tórshavnar Kommuna skal loysa.
Bólkur 2. Eru dømi um tænastur sum kunnu hugsast lutvíst at loyvt starvsfólkum hjá privatum fyritøkum at loysa.
Bólkur 3. Eru tænastur sum eiga at vera útveittar.
Fyri smærri vinnufyritøkur, kann eittnú ein fastur húsavarðarsáttmáli við Tórshavnar Kommunu, sum er, at hava um hendi dagligu uppgávurnar og røkt av 3-5 bygningum hjá TK í eitt 3-7 ára tíðarskeið, verið eitt sera kærkomi fundament hjá lítlu fyritøkuni at havt í avbjóðandi tíðum.
Dømi: Við innliti í Bygningsdeildina hjá Tórshavnar Kommunu, veitt mær tann 23. Januar 2023. Framgongur at:
· Í Bygningsdeildini sum umsitur og hevur húsavarðar til Dagstovna-, Skúla og eldraøki umframt aðrar bygningar og ognir. Eru 40 starvsfólk, herav 7 í umsitingini. Og vóru lønarútreiðslurnar í 2022 uml. 20,6 mió.
Lønarútreiðslur til innleiðaða arbeiðsorku at hjálpa til við at røkja tað vanliga viðlíkahaldi í 2022, metur Bygningsdeildin at vera 19,2 mió. (uttan tilfar)
· Í deildini Ítrottaranlegg sum umsitur hallir og vøllir eru 18 starvsfólk, herav 3 í umsitingini. Her vóru lønarútreiðslurnar í 2022 8,6 mió. Og lønin til tað innleiðaðu arbeiðsorkuna uml. 800 t. (uttan tilfar)
Bólkur 1. (dømi um tær tænastur sum ongin annar enn Tórshavnar Kommuna skal loysa.)
Er í stuttum øll umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu, Brandstøðin og Vatnverkið.
Bólkur 2. (dømi um tænastur sum kunnu umhugsast lutvíst at loyva starvsfólkum hjá privatum fyritøkum at loysa.)
Barnagarðars uppgávur (Lutvíst)
Eldrarøkt uppgávur (Lutvíst)
Lutvísar uppgávur hjá Brennistøðini, herundir tyrvingar pláss.
Bólkur 3. (eru tænastur sum eiga at vera útveittar.)
Húsavarðarliðið
Gøtusóparaliðið
Rottangaliðið
Maskindeildin við verkstaðið
Vegadeildin (Verkligi luturin, herundir El-steyra røkt)
Bilaflutningstænastan hjá Sløkkiliðinum
Vænti at tilrættalegging og arbeiðsgongdin av uppgávunum í bólki 3. vildi við hesum verið ein meira dynamisk nýtsla av arbeiðsorkuni, í samráð við umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu,.
Bogi í Gil
Valevni hjá Havnar Framburðsfelag til kommunuvalið 2024.