Toyota hevur selt mest í ár

Volkswagen hevur selt felstar bilar í mars.

Mest seldi bilur í Føroyum seinastu árini, Toyota, heldur støðuna higartil í ár sum mest seldi bilur.

Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, sum siga, at skrásettir eru 48 Toyta, 41 Nissan og 40 Volkswagen.

Taka vit hinvegin bara tølini fyri mars mánað fyri seg, so er raðfylgjan eitt sindur øðrvísi, tó at talan er um somu trý bilmerki, sum eru á odda. Fremst er Volkswagen við 33 bilum, á øðurm plássi Nissan við  30 og á triðja plássi Toyota við 29.

Topp 10 listin yvir mest seldu bilar í ár:

1. TOYOTA     48 

2. NISSAN     41 

3. VOLKSWAGEN     40 

4. MERCEDES-BENZ     36 

5. HYUNDAI     29 

6. MG     29 

7. VOLVO     23 

8. KIA     17 

9. FORD     15 

10. BRENDERUP     13 

 

Topp 10 listi yvir mest seldu bilar í mars

1. VOLKSWAGEN     33 

2. NISSAN     30 

3. TOYOTA     29 

4. HYUNDAI     22 

5. MERCEDES-BENZ     18 

6. MG     18 

7. KIA     16 

8. VOLVO     15 

9. CITROEN     9 

10. BRENDERUP     8 

Tølini frá Hagstovuni vísa annars eina afturgogd í bilasøluni ársins fyrstu tríggjar mánaðir í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tilsamans er skrásettir 429 bilar ársins fyrstu tríggjar mánaðir í ár í mun til 464 bilar sama tíðarskeið í fjør. Ein afturgongd upp á 7,5 prosent.

Tað eru sum altíð persónbilarnir, sum fylla mest í hagtølunum. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 320 persónbilar í mun til 352 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein lækking upp á 9 prosent.

Í mars mánaði eru seldir 216 persónbilar í mun til 228 sama mánað í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 12 bilar ella upp á 5,3 prosent.