Treiskir teir bygdu á kroppinum land

Til minnis um Jens Eli Højgaard Ellefsen

Góði Jens Eli.

 

 

 

Tað var nú óluksáligt, at vit ikki fingu ein túr afturat. Ein túr afturat út í okkara fagra og fjølbroytta land. Við søgum og sangi og skemti. Við hjartalagi, minnum, bygdasøgu, tjóðarsøgu, tjóðarbygging og beinraknum lýsingum av politikki, vinnu, mentan – og av allari verðini.

 

Tú vart í sjálvum tær ein heil verð. Ein heil øld og ein heil tjóðarmentan í livaðum lívi. Rótfestur í øllum tí arbeiðssemi, teimum virðum og tí lívsmóti, sum hevur bygt heimbygdina, Miðvág, móðurættarbygdina, Rituvík, og hetta landið í meira enn 43 ættarlið.

 

Og samstundis ímyndin av tí áræði at skapa nýtt. At nútímansgera og at lyfta Føroyar og føroyingar út í heimsins meldur og møguleikar. Tú tvinnaði hesar verðirnar og hesar stórbroytingar í Føroya søgu saman í tínum lívi, tíni vinnu, tínum yrkingum og í tínum persóni. Á sjógvi og landi. Á trøðni í Miðvági og um alt Norðuratlantshav. Ein persónligheit og eitt mentafólk, ið fylti eitthvørt rúm ella pláss, og fekk øll at kenna seg væl og vird – og at skemtast og fegnast um lívið.

 

---

 

Tá ið tú í einari av tínum frálíku yrkingum sigur:

 

 

 

“Minnast tit friðin um bygdina lá,

øll høvdu tíð at liva,

skemtandi menn undir hjallum tú sá,

tímatabell var ei skrivað.”

 

 

 

So meinti tú hetta sjálvandi av innasta hjarta, og hetta var ein inngrógvin partur av tær. Men samstundis vart tú ongantíð í friði við tínum egnu verkætlanum og hugskotum og dirvinum at royna nýggjar og ókendar leiðir. Til tess at skapa nýtt og lata upp nýggjar møguleikar. Fyri heimbygdina, oynna og fyri tjóðina.

 

Óteljandi eru tær verkætlanir og víðsjónir, ið tú hevur gingið á odda fyri og lopið beint í. Á sjógvi og landi. Og sum hjá øllum undangufólki, so rendi tú teg mangan beint ímóti og í trupulleikar. Men tú reisti teg altíð aftur, og herjaði beint á aftur við sama ótroyttiliga hugburði um, at alt man fara at ganga. 

 

Vissur skalt tú vera um, at alt, tú hevur sett í verk og skapt og droymt, fer at koma undan og liva sítt fríska lív í ókomnum ættarliðum. Tó at tú ikki fekst ta verðsligu og materiellu lønina hesumegin – og kundi slakkað av og seta teg upp afturá saman við Emmy, sum hevur stríðst saman við tær í øllum, tú og tit fóru undir og fingust við. Men tað hevði tú nú heldur ongantíð gjørt kortini. Tú hevði farið beint undir tað næsta og satsað alt. Snobbarí og at stremba eftir at seta teg sjálvan høgt, var ikki skapt í tær.

 

---

 

Tú rendi ofta gronina beint ímóti. Men tú manst tú vera eitt av teimum heilt fáu menniskjum í heiminum, sum ongantíð hevði gron. 

 

Eg fekk tann framíhjárætt at vera saman við tær í Grønlandi, tá eg sum sjónvarpsmaður saman við Bjarnheðini í Hoyvík og Mikkjali Øster, fekk heiðurin at gera fimm sendingar um Grønlandsútróðurin hjá føroyingum. Tað vóru tit í Lions Club í Vágunum, sum høvdu savnað pening inn og strongdu á at fara aftur á gomlu slóðirnar og plássini.

 

Við vóru tú og fleiri av útróðrarmonnunum, sum høvdu búleikast og stríðst helvtina av árinum úti í oyðimørkini við vesturstrond Grønlands við at vinna inntøku og úrtøku til familjurnar, heimbygdirnar og landið – frá síðst í 1930-árunum og upp gjøgnum fjøruti, fimmti og sekstiárini. Hartil vóru Svend Thulesen, sáli, fyrrverandi stjóri á Nordafar í Føroyingahavnini, og hjálparmenn úr Vágunum við sum navigatørar, maskinmenn o.a.

 

Vit høvdu leigað ein gamlan løgreglubát í Grønlandi, loystu úr Narsassuaq og fóru so norðureftir á gomlu útróðrarplássini: Borgshavn, Kangersuq, syðru og norðaru havn í Ravnoynni, gomlu og nýggju Føroyingahavnina. Henda ferðin gjørdist markabrótandi hjá okkum, ið sluppu at uppliva, síggja, hoyra og skjalprógva ta ómetaligu søgu og tann týdning, sum Grønlandsútróðurin hevur havt fyri Føroyar og so mangar bygdir og familjur.

 

Gloymi ongantíð, tá ið vit úr mjørka innanskers stevndu inn á Borgshavn, ið opinberaði seg sum ein grýta í fagrasta sólskini, og tú stóð frammi á hvalabakinum og greiddi frá um ymsu skúrarnar og plássini, sum dagaðu undan. Skúrarnar hjá m.ø. víkarmonnum, skúvoyingum, kollfirðingum, toftamonnum, nólsoyingum, sandoyingum og suðuroyingum – og sjálvsagt tín egna skúr hjá miðvingunum í Rasmusarvíkini – og um øll staðarnøvnini, ið tit høvdu sett á alt, tá ið tit gjørdu nýtt landnám langt úti í óbygdum. Tú vart rørdur og tikin úr leikum sum frásøgumaður. Ein fongur fyri eina mikrofon, eitt sjónvarpstól og søgufólk.

 

Vit búleikaðust umborð í nokk so trongari aptering í knappar tríggjar vikur. Provianteraðu í Narsaq og Arsuk og skiftust um skaffivaktirnar umborð. Og tað er ikki at taka nakað frá nøkrum, at tú fekst alt at bera til og fekk allar at trívast, skemta og skapa vinarlag.

 

Uttan mun til, hvussu gekk, og ikki minst tá ið vit rendu okkum í trupulleikar ella ósemjur, so segði tú tíni kendu orð: “Man tað ikki fara at ganga?” Ella tá ið vit purraðu út – eisini eftir okkurt fríkvøldið, tá ið vit høvdu fingið upp í nevið, og høvdu sungið og skemtað undir harmonikuni hjá tær,  og menn vóru hundasjúkir morgunin eftir – so vart tú altíð fyrstur úr koyggjuni í lýsingini og segði: “Er lívið ikki herligt?”

 

---

 

Alt hetta hevur broytt meg og fylgt mær síðani á lívsleiðini. Og eg var sera fegin um, at vit síðani hildu vinskapin við líka, og at tú við altíð fyndugum viðmerkingum segði mær tína greiðu hugsan um politikk og samfelag. Meira hittinorðaðan mann, skulu vit leita leingi eftir í heiminum. Hvør setningur sat við eyðkenda miðvágsmálinum sum eitt listarverk og ein skemtisøga í sjálvum sær.

 

Seinastu árini hava vit eisini havt ta frægd, at tú hevur verið við – eisini saman við Svend Aaga – tá ið hoyvíkingar árliga hava skipað fyri eini útferð á ymisk forkunnug pláss í landinum. Tað hevur verið ógloymandi – og vit høvdu júst tosað við teg um, at tú skuldi náa eina útferð afturat eftir ólavsøku. Tað eydnaðist akkurát ikki. Men tú fert at vera ljóslivandi millum okkum, tá ið vit hittast á ferðum og í vertskapi. Eins og tú sjálvsagt fer at vera tað hjá øllum tínum kæru og tíni stóru og fjølbroyttu familju, sum tú setti so høgt og var miðdepil og kveikjari í.

 

Óli, versonur tín, tók fyri góðum trimum vikum síðani stig til, at vit ein morgunin stukku inn á gólvið í Undirhúsinum í Miðvági , har tú vart fastur fúsur. Bróðursynirnir, Jógvan og Árni, og so Jákup Símun í Hoyvík og eg, fingu eina ógloymandi løtu saman við tær, Óla og teimum blíðu undirhúsmonnunum, har vit skemtaðu og tosaðu um politikk, heimin og ikki minst um allar teir varðar, tú hevur lagt eftir teg í heimbygdini: Bygdarhúsið, fótbóltsvøllin, ítróttin, yrkingarnar, sangin, dansin, mentanina, kirkjugongdina og vinnulívið. Vit eru so sera takksamir fyri, at henda løtan untist okkum.

 

---

 

Henda reglan: “Treiskir teir bygdu á kroppinum land”. Úr yrkingini hjá tær: “Nú sólin sær søkir hav”, sum Tórshavnar Manskór sang so magnað og vakurt í Miðvágs Kirkju til jarðarferðina. Hon er ein einastandandi lýsing av tí seiggi, sum hevur vunnið lívskor og skapað tjóð í hesum landi. Og hetta livdi tú sjálvur.

 

Nú orkaði kroppurin ikki meira. Hóast knokkurin, lívshugurin, skemtiliga sálin, ætlanirnar fyri framtíðina og alskurin til Emmy, børn, abbabørn systkin og til alla familjuna vóru á hægsta blussi til tað síðsta. Allar samkenslukvøður fara til tykkara.

 

Sólin hjá tær hevur nú søkt hav. Men vesturskinið fer at lýsa frá henni í so nógvum virksemi og felagsskapi og ættarliðum, sum fara at liva so leingi fjøllini standa og aldurnar bróta. Í Miðvági, í Føroyum, á heimsins høvum – og allastaðni, har fólk gleðast um lív, vón, íverksetan og felagsskap.

 

 

 

Høgni Hoydal