Hóast hetta slag av tyrlu verður roknað sum tað tryggasta í Norðsjónum, eru kortini tríggjar álvarsligar vanlukku hendar við hesum tyrlum í Noregi seinastu fýra árini.
Talan er um Sikorsky S-92 tyrlurnar, har enn ein vanlukka hendi í Noregi í gjár. Vanlukkan hendi við oynna, Sotra. Seks fólk vóru í tyrluni, harav eitt fólk læt lív.
Brekini, sum higartil eru staðfest í tyrlunum, eru feilur í motorinum, fallandi oljutrýst og stórur oljuleki.
Tað eru serliga Sikorsky S-92 tyrlur, sum verða brúktar í frálandavinnuni í Noregi.
Tey, sum starvast í hesi vinnu og flúgva við hesum tyrlum út og heimaftur av boripallunum, eru órógvað, nú enn ein slík vanlukka hevur verið.
Men, hesi fólk hava eisini álit á, at veitararnir gera sítt besta fyri tryggleikan.
Tað var ein kvinna í 60-árunum, sum læt lív, tá ein tyrla av slagnum Sikorsky S-92 datt í havið við oynna Sotra mikukvøldið.
Øll seks, sum vóru í tyrluni, tá hon fekk trupulleikar, vóru í yvirlivilsisdrakt, og nú vónar norska løgreglan, at tey fara at finna svarta kassan.
- Í løtuni eru veðrið avbjóðandi á leiðini, har tyrlan fekk trupulleikar og datt niður. Her er alda og frískur vindur, veit norska kringvarpið, NRK, at siga.