Donald Trump á tíðindafundi um flogvanlukkuna. Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix

Trump gevur Biden og Obama skyldina fyri flogvanlukku

Trump hevur illgruna um, at ymiskleika-politikkurin undir undanfarnum forsetum hevur havt ein leiklut í flogvanlukkum.

Donald Trump á tíðindafundi um flogvanlukkuna. Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix

Obama og Biden seta politikkin í hásæti, vit seta trygdina í hásæti, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, á tíðindafundi í dag, eftir at eitt ferðafólkaflogfar rendi saman við eina hernaðartyrlu.

Her váttar forsetin, at eingin kom frá flogvanlukkuni í á lívi.

Samstundis leggur hann dent á, at einki er frætt um, hvat var orsøkin til flogvanlukkuna, men at hann "hevur nakrar sera sterkar meiningar og hugskot" um tað.

Trump vísir á ymiskleikapolitikkin, sum varð førdur undir fyrrverandi amerikansku forsetunum, Barack Obama og Joe Biden, sum eina møguliga orsøk til vanlukkuna.

– Vit hava brúk fyri at hava okkara klókastu fólk (starvsfólk red.), sigur hann.

Trump upplýsir eisini, at vanlukkan hendi av atferðini hjá tyrluni og ikki av ferðafólkaflogfarinum, og at ein drúgv kanning av flogvanlukkuni er í gongd í løtuni og verður liðug skjótast gjørligt.

Á tíðindafundinum spyr ein tíðindamaður, um Trump heldur, at vanlukkan stavar frá "diversitets-setanum".

– Tað kundi verið. Vit hava hægri støði enn øll onnur. Og tað eru ting, har tú skalt brúka tín heila og tínar sálarligu førleikar til. Vit høvdu ymiskar sera kraftmiklar testir, sum Biden tók av, sigur hann og leggur afturat:

– Vit vita altso ikki. Men vit vita, at vit høvdu tyrlu og flogfar í somu hædd, og tað skuldi ikki hent.

– Til ein flogleiðara ynskja vit tann hvassasta, klókasta. Vit vilja hava fólk, sum eru sálarliga yvirskipað.

Spurdur, hvussu Trump kann koma til ta niðurstøðu, at ymiskleikin kann hava havt skyldina av flogvanlukkuni, svarar forsetin "tí eg havi funt fornuft."

Umborð á flogfarinum vóru bæði amerikanskir ríkisborgarar og fólk úr øðrum londum, harímillum russarar.

Trump váttar, at Washington hevur verið í samband við Moskva um málið, men noktar at hava tosað við russiska forsetan, Vladimir Putin, um vanlukkuna.

 

/Ritzau/

 

 

Donald Trump á tíðindafundi um flogvanlukkuna. Elizabeth Frantz/Reuters/Ritzau Scanpix