Løgreglan boðaði fyri lítlari løtu síðani frá, at eldur er í einum bili inni í Leirvíkstunlinum, sum tí er stongdur.
– Sløkkiliðið er komið á staðið, og tunnilin er stongdur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Dagføring 12:20: Løgrelgan sigur nú, at eldurin í bilinum er sløktur. Men enn er ikki koyrandi, tí tunnilin skal ruddast, og Landsverk skal kanna, um tunnilin hevur fingið skaða av eldinum.
Enn veit løgreglan ikki at siga, hvussu leingi tunnilin verður stongdur. Landsverk mælir frá at koyrt verður eftir gamla Leirvíksvegnum. Sambært Eysturkommunu hava nógv áarlop verið á gamla Leirvíksvegnum, sum tí ikki er í góðum standi og mælt verður frá at koyra tann vegin, nú tunnilin er stongdur.
Løgreglan fekk boðini um eldin klokkan 11:58. Ein bilur kom fram á brennandi bilin. Eitt fólk var í bilinum, sum fór frá bilinum. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum, sigur løgreglan.