Tryggir vinnukarmar - vinnan lokomotivið til vælferð og trivna í samfelagnum

Tað undrar meg almikið, at ongin tosar um at menna vinnuna og geva henni góðar karmar fyri at skapa neyðugu inntøkurnar til at fíggja vælferðarsamfelagið.

 

 

 

Vit mugu ikki gloyma at fyri, at gjarða út og gjalda vælferðartænastur og veitingar av alskyns slag, so skal eitt gott og sterkt vinnulív til, sum skapar inntøkur, avkast, arbeiðspláss og vøkstur i samfelagnum.

 

 

 

Vit er i eini støðu seinastu 10-12 árini, sum vit ongantíð í søguni fyrr hava upplivað - tað at vinnan er í besta blóma og hevur ongantíð verið so sterk sum nú.

 

 

 

Alivinnan  stendur fyri omanfyr 60 prosentum av okkara útflutningi og fiskivinnan, og veitingarvinnan fyri restini - og hesi eru lokomotivini fyri restini av okkara vinnulivið á landið, fyri tænastuvinnu og stórum íløgum, sum framdar verða.

 

 

 

Okkara hægsta raðfesting eigur og skal verða at tryggja framhaldandi góðar karmar fyri okkara vinnulív á sjógvi og landið, her hugsi eg um:

 

 

 

- Fastlagdar greiðar karmar fyri tilfeingis og tøku/aligjøld, so vinnan veit, hvat hon skal fyrihalda seg til, og sum ikki verða broyttir i tíð og ótið

 

 

 

- Gransking sum gagnar og effektivisar framleiðslu og virðisøking skal raðfestast og frádráttur skal verða fyri slíkar gjørdar íløgur frá vinnu og privatum

 

 

 

- Betri marknaðaratgongd við munandi bøttum handilsavtalum við ES og onnur lond

 

 

 

- KST-vinnan framtíðar vitanarvinna og tað, sum vakstrarforum tilmælir her, skal hava høga raðfesting

 

 

 

- Góðar karmar fyri smávirkir og miðalstór virkir at kunna mennast, tí hesi eru stórur partur av okkara vinnu og tænastuveitingum. Her hugsi eg um serskipan við P/F skatti og serskipanum fyrstu 5 árini tey virka fyri at kunna fóta sær

 

 

 

- Góðar karmar fyri ferðavinnuna og øll sum varða av hesi nýggju vinnu og at menna vinnuferðavinnuna, so vit hava virksemi alt árið

 

 

 

- Vinnurelateraðar útbúgvingar á okkara miðnámsskúlum, Bachelor og Master á Setrinum, sum kunnu tilføra okkum vitanarstørv. Hetta eigur at gerast i samstarvi við vinnulívið

 

 

 

Eg fari at brúka mina vitan, royndir og orku til at tryggja, at hetta verða ført út í livið, um eg fái títt álit á valinum 8. desember.

 

Vel tí Sambandsflokkin - vel ítøkiligan politikk.

 

Set X við

 

Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið