Vit hava hoyrt í ára minnir um, at einaferð skal ein tunnil koma til Tjørnuvíkar, uttan at vit síggja nakað til hetta.
Seinastu árini er talið av bilum, bussum og kamphús-bilum vaksið sera nógv.
Síðani Føroyar fór at marknaðarføra seg sum eitt ferðaland, munnu tað vera nógv, ið leita sær eftir teimum smáu bygdunum, har vegirnir eru smalir at koyra eftir, og tí verður ferðslan almikið órógvað og tarnað.
Fyri at skapa virðing fyri teimum búgvandi í Tjørnuvík, skipaði Sunda kommuna fyri einari verkætlan í 2022 við ferðsluljósi og parkeringsviðurskiftum, ið eydnaðist væl, tó vóru barnasjúkur, ið skuldu rættast.
Tunnil er nokk tað ynski tey flestu fastbúgvandi hava, men so eru fleiri, ið halda tað vera spell, ikki at kunna koyra tann vakra túrin sum hann er í dag, tó uttan at grót rullar oman á vegin. - Ein norsk loysn kundi verið at gjørt eitt yvirdekk har brattast er, og síðani ferðsluljós frá Líðini og oman í bygdina.
Eftir, at Dalstunnilin er gjørdur, verður Tjørnuvíkarleiðin rokna ein tann mest hættisliga farleið.
Tí má ein tunnil ella onnur loysn koma beinanveg.
Um vit leggja MVG á gistingarnar hjá ferðafólki í Føroyum, vísa hagtøl, at inntøkan vildi verði 80-100 mió. kr. hægri um árið. - Tað kundu vit brúkt partvíst til at fíggja vegakervið, har ferðafólk brúka sínar ferðaleiðir, tá tey vitja í Føroyum.
Haraldur Símunarson Hammer,
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið