Í tvey ár hevur ein amerikanskur myndugleiki kannað autopilotin í Tesla bilum í sambandi við fleiri vanlukkur, sum hava kostað mannalív.
Niðurstøðan er, at yvir tveir milliónir bilar frá elbilaframleiðaranum á amerikanska marknaðinum skal dagførast, tá vandi er fyri feili í eftirlitinum av autopilotskipanini.
Tað upplýsa amerikonsku ferðslutrygdarmyndugleikarnir, skrivar tíðindastovan AP.
Skipanin við feilum skal tryggja, at førarin er árvakin, sjálvt um autopiloturin er settur til. Men fleiri dømi hava víst, at tað hevur eydnast førarum at sita á baksetrinum á bilinum, men hann hevur kort, ella førarar hava verið týðuliga ávirkaðir av rúsdrekka.
Autopilotskipanin kann stýra, vaksa ferðina og bremsa automatiskt í tí vegbana, bilurin koyrir í, men kann ikki koyra bilin sjálvur hóast navnið.
Tesla hevur fyri amerikonsku myndugleikunum sjálvt staðfest, at eftirlitið við autopilotskipanini »møguliga ikki er nóg gott fyri at sleppa undan, at førarin snýtir«, skrivar AP.
Tesla fer sjálvt at senda út softwaredagføring, sum skal rætta feilin í skipanini.
Autopiloturin fevnir eisini um autostýring og fartpilot. Dagføringin skal avmarka, hvussu autostýringin kann brúkast.
AP skrivar, at tey sum tosa fyri ferðslutrygd í fleiri ár hava biðið um meira eftirlit og regulering við autopilotskipanum. Serliga hava tey spurt eftir betri eftirliti við skipanir, sum skulu skráseta um førarin heldur í róðrinum, tá autopilotskipanin er tendrað.
Amerikanski ferðslutrygdarmyndugleikin hevur kannað 35 vanlukkur við Tesla-bilum, har myndugleikin heldur autopiloturin hevur verið sligin til, síðani 2016.
Minst 17 fólk eru deyð í vanlukkum, sum hava verið við í kanningini, skrivar AP.
Kanningin er ikki endað, og myndugleikin skal fylgja við, hvat Tesla ger og dagføringini, sum verður sent út til yvir tvær milliónir elbilar.
/ritzau/