Tveir HB'arar settir av liðnum

Teir aktaðu ikki boð frá venjaranumm, og tí eru teir koyrdir av besta liðnum hjá HB

Mynd: Rói Sørensen / RSmedia

Tað skrivar Dimmalætting í kvøld. Blaðið legði til merkis, at tað bara sótu átta mans á beinkinum hjá HB, meðan Hadjuk Split hevði 12 spælarar á beinkinum. Tá ið HB fyri einari viku síðani var í Kroatia, vóru tað níggju spælarar á HB beinkinum. Oftast plaga tað at vera fleiri spælarar á beinkinum, tá ið talan er um heimadyst, enn tað plaga at vera, tá ið talan er um útidyst, skrivar Dimmalætting.

Tveir spælarar, sum vóru á beinkinum í Kroatia, vóru ikki á listanum í kvøld. Talan er um Heðin Hansen og um Magnus Holm Jacobsen. Dimmalætting sigur seg hava tosað við góðar keldur í HB, sum siga, at teir báðir hava fingið at vita, at teir ikki skulu venja við besta liðnum.

Orsøkin er tann, at teir ikki aktaðu boð frá venjaranum í síðstu viku í Kroatia. Tá ið dysturin var liðugur, gav venjarin boð um, at teir, sum ikki høvdu spælt skuldu renna eina løtu, áðrenn teir fóru í brúsu. Sum dimma.fo skilir, so er tað heilt vanligt, at spælarar, sum alla tíðina hava sitið á beinkinum ella hava spælt lítið, renna eina løtu, tá ið dysturin er liðugur.

Men Heðin Hansen og Magnus Holm Jacobsen gjørdu ikki eftir boðunum frá venjaranum, og tað finnur Adolfo Sormani seg ikki í. Hann hevur givið boð um, at hesir báðir spælararnir ikki longur eru partur av besta hópinum hjá HB. Tað er orsøkin til, at teir ikki vóru á listanum í kvøld.

Heðin Hansen hevur spælt í HB síðani í 2020, og hann var eisini í felagnum í 2017. 

Magnus Holm Jacobsen flutti í vetur úr 07 Vestur og til HB. Hann hevur verið nógv skaddur, og tí hevur hann bara spælt 36 minuttir í fýra landskappingardystum.

Lesið meira við at trýsta her

 

 

Mynd: Rói Sørensen / RSmedia