Øll fýra liðini í bólki A hava spælt tveir dystir. Vertirnir úr Týsklandi eru longu víðari, meðan Skotland heldur lív í vónini, eftir ein 1-1 javnleik móti Sveis.
Týskland vann greiðan 5-1 sigur í setanardystinum móti Skotlandi. Klaverið spældi ikki eins væl móti Ungarn, ið hevur verið ein meinbogi fyri Týsklandi seinnu árini, men tað var nokk til at vinna 2-0.
Stjørnuskotið Jamal Musiala skoraði fyrra málið og er fyrsti spælarin at skora meira enn eitt mál í endaspælinum. Liðskiparin, İlkay Gündoğan, setti punktum í seinna hálvleiki, eftir at Manuel Neuer hevði havt onkra bjargin.
Týskland – Ungarn 2-0 (1-0)
1-0 Jamal Musiala, 10
2-0 İlkay Gündoğan, 67
Týskland: Neuer; Kimmich, Rüdiger, Tah, Mittelstädt; Andrich (Can 72), Kroos; Musiala (Führich 72), Gündoğan (Undav 84), Wirtz (Sané 58); Havertz (Füllkrug 58)
Ungarn: Gulácsi; Fiola, Orbán, Dárdai; Bolla (Ádám 75), Ádám Nagy (Kleinheisler 64), Schäfer, Kerkez (Nagy 75); Sallai (Csoboth 87), Szoboszlai, Varga (Gazdag 87)
Skotland reisti seg - partvís
##med2##
Skotland skuldi reisa seg frá vónbrotinum í setanardystinum og tað eydnaðist partvís. Skotland kom á odda og spældi væl betri enn í fyrsta dystinum, men tað endaði við einum javneliki.
Málskjútti hjá Sveis var Xherdan Shaqiri. Hetta er sjeynda endaspælið hann er við í og hann hevur skoraði í seks teimum seinastu. Tað er met.
Skotland – Sveis 1-1 (1-1)
1-0 Scott McTominay, 13
2-0 Xherdan Shaqiri, 26
Skotland: Gunn; Ralston, Hendry, Hanley, Tierney (McKenna 61), Robertson; McTominay, Gilmour (McLean 79), McGregor, McGinn (Christie 90); Adams (Shankland 90)
Sveis: Sommer; Schär, Akanji, Rodríguez; Widmer (Stergiou 86), Xhaka, Freuler (Sierro 75), Aebischer; Ndoye (Amdouni 86), Shaqiri (Embolo 60), Vargas (Rieder 75)
Støðan í bólki A:
1: Týskland 6 (+6)
2: Sveis 4 (+2)
3: Skotland 1 (-4)
4: Ungarn 0 (-4)