U-UDDANNET HJEMMEHJÆLPER

Óútbúgvin heimahjálp. Tað var mítt heiti, tá eg arbeiddi á eldraøkinum míni lestrarár í Danmark. Eg havi arbeitt síðani eg var 15 ára gomul, á næstan øllum hugsandi økjum, men tað starvið, sum eg oftast hugsi aftur á við takksemi, er tíðin á Himmelev Gamle Præstegård í Roskilde.

 

Har arbeiddi eg bæði á røktarheiminum og sum heimahjálp í eldraíbúðunum í nærumhvørvinum saman við dugnaligum sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum – og ja, øðrum óútbúnum heimahjálpum. 

 

Eg lærdi eina rúgvu fakligt, men serliga menniskjaligt, sum eg havi tikið við mær í lívinum og teimum størvum, eg síðani havi havt - og nú eisini sum politikari.

 

Tað eru dugnaligu starvsfólkini á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu, sum tryggja dygdargóðu tænastuna og dagligu umsorganina av teimum eldru – og læra okkara nýggju starvsfólk upp.

 

Tí skulu vit skapa bestu karmar fyri eldrarøktini. Vit vísa okkara starvsfólkum álit og virðing, og geva teimum ábyrgd at skipa teirra arbeiði innan givnu karmar.

 

Fakligheitin á eldraøkinum skal vera á einum nøktandi støði, og eftirútbúgving og førleikamenning skal raðfestast.

 

Og so skulu hjálparfólk sjálvandi hava møguleika at útbúgva seg!

 

 

 

Liljan Weihe, valevni hjá Tjóðveldi