U18 manslandsliðið tapti fyri Niðurlondum

Í dag gjørdist talan um seksmálstao

Mynd: HSF

HSF skrivar: - U18-menn: Strilti móti Niðurlondum

 

Talan gjørdist um eitt lakari avrik í seinasta dystinum í Nations Cup í Lübeck. Føroyar taptu í dag 28-22 fyri Niðurlondum, eftir hálvleiksstøðuna 15-8 til Niðurlond.

 

Hóast Niðurlond á pappírinum vóru eitt væl veikari lið enn Týskland, sum okkara møttu fríggjakvøldið, so høvdu okkara tað trupult í dag. Hóast verjan leingi stóð heilt hampuligt, so riggaði lítið í álopinum, har okkara byrjaðu sera illa og bert fingu tvey mál fyrstu 20 minuttirnar. Spælið var stirvið, nógvar tekniskar villur og kjansir vóru brendir. Tað var eisini eitt skot fyri bógvin at stinni miðverjin og strikuleikarin Jón Midjord noyddist at vøllinum stutt fyri hálvleik við skaða.

 

Heldur frægari gekk í seinna hálvleiki og minkaðu okkara um munin. Rúnar Hammer var aftur í dag ein støðug hóttan og gjørdi hann eisini 9 mál. Okkara minkaðu niður í 3 mál, men komu ongantíð nærri og vaks munurin aftur seint í dystinum.

 

Hóast tapið í dag, so hevur Nations Cup verið góð fyrireiking hjá U18 monnunum undan EM-endaspælinum, sum byrjar mikudagin 7. august í Podgorica í Montenegro. Skrivar HSF.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Rúnar Hammer 9

Magnus Árason 3

Lýðar úr Dímun 2

Helgi Jakob Haldórsson 2

Pauli Rasmussen 1

Fríði Holm í Innistovu 1

Filip Haldansen 1

Erling Erlendsson 1

Jón Midjord 1

Jógvan Andreas Lamhauge 1

 

Mynd: HSF