Ukraina fær 560 milliónir evrur

Peningurin skal serliga brúkast til orku-og flutningskervið í Ukraina.

Ukraina fær 560 milliónir evrur frá Evropeiska Íløgubankanum.

 

Tað veit ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal, at siga í dag.

 

Peningurin skal serliga brúkast til orku-og flutningskervið í Ukraina.

 

Aftrat íløgunum í undirstøðukervið, skal peningur eisini brúkast til endurbygging av íbúðum.

 

Sambært Denys Sjmyhal skal peningur haraftrat brúkast til aðrar verkætlanir, sum skulu knýta Ukraina nærri ES.