Óskettin og fekk klipp í koyrikortið

Tá tveir bilførarar í gjár skuldu koyra út av Magn-støðini í Gøtudali, var annar førarin óskettin og fekk bót og klipp í koyrikortið.

Um neyðug frástøða millum bilar ikki verður hildin, kann vera skjótt, at okkurt keðiligt spyrst burturúr.

 

Soleiðis var við Magn-støðina í Gøtudali í gjár, og hetta kostað einum bilførara bót og klipp í koyrikortið.

 

- Hendingin fór fram, tá ein bilur, sum skuldi koyra av støðini og út á landsvegin, varð árendur av bilinum aftanfyri.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at bilførarin, sum skuldi út á landsvegin, sjálvsagt hevði treytaleysa víkiskyldu.

 

- Tískil bremsaði bilurin fyri øðrum bilum, sum komu eftir landsvegnum, men hetta varnaðist ein annar bilførari, sum var aftan fyri, eftir øllum at døma ikki.

 

Løgreglan sigur, at hesa løtu var bilførarin aftan fyri óskettin og rendi í reyvina á bilinum frammanfyri.

 

- Hetta gevur bót og klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin.

 

Lagt verður aftrat, at her var eingin persónsskaði, men annar bilurin fórst so mikið illa, at hann kundi ikki koyra av staðnum.