Umhvørvisgrunnur til umhvørvisfremjandi verkætlanir!

Í Føroyum mangla vit at stimbra um umhvørvisligar umleggingar og íløgur!


Tí tað skal ikki longur loysa seg at dálka. Vit mugu "nudge’a" vinnuna at gera skilagóðar umhvørvisvinarligar loysnir.

 


Vit mugu finna eina loysn, sum eggjar vinnuni at gera umhvørvisloysnir og at vit hava fígging tøka til umhvørvisverkætlannir.

Í Norra kostar tað at dálka. Umhvørvisgjøld fara í Nox grunnin, sum síðani verður koyrt í ENOVA grunnin, sum er ætlað umhvørvisfremjandi verkætlanum í norska samfelagnum.


Eina líknandi skipan eiga vit eisini at miða ímóti at fáa okkum í Føroyum.


Vit skulu "nudge’a" til umhvørvisligar avgerðir og tryggja, at peningur er tøkur til umhvørvisfremjandi verkætlanir.