Umhvørvispolitikkur er eisini átøk heima við hús

Í gott eitt ár frá mai mánað 2020 fram til august 2021 vóru umleið 40 húsarhald í Vágs kommunu við í royndarverkætlan, har lívrunnið tilfar varð skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum heima við hús. Vágs kommuna skipaði fyri innsavnan og lívrunnað tilfarið varð við blanding av tøð og træspónum gjørt til kompost/sankutøð.

 

Royndarverkætlanin í Vági varð við áhuga fylgd av Umhvørvisstovuni og Heilsufrøðiliga Starvsstovuni og vóru hesi eisini væl nøgd við hvussu skipanin virkaði.  

 

Royndarskipanin í Vágs kommunu staðfestir, at tað ber til seta í verk skipan, har húsarhald skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Úrslit frá royndarverkætlanini vísa, at grái posin lætnaði við meiri enn 30% - tvs. 30% minni at bera hjá starvsfólkunum hjá IRF, 30% minni at koyra til brennistøðirnar og at brenna á brennistøðini hjá IRF.

 

Í stórum pørtum av Evropa er tað púra vanligt at skilja burturkast heima við hús, eisini lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum. Í flestu førum verður lívrunnað tilfarið beint til biogass-verk, men í smærri økjum verður lívrunna tilfarið eisini gjørt til kompost/sankutøð – m.a. á Eysturlandinum í Íslandi, í økjum í Írlandi, Wales og Onglandi, fyri at nevna nøkur.

 

Skipanin á Eysturlandinum í Íslandi fevnir um umleið 2.200 húsarhald. Har verður tunnan við lívrunnum tilfari tømd eina ferð um mánaðin. Alt lívrunnað tilfarið verður savnað á einum stað, har tað verður koyrt gjøgnum eina kvørn (hetta skundar undir niðurbrótingina av tilfarinum) og síðani við træspónum og tøðum blandað í kompost-bunkar, sum liggja á einum innigirdum asfalteraðum øki undir opnum himli. Har liggja bunkarnir so í 6 mánaðir. Rivið verður um í bunkunum eina ferð um mánaðin og eftir 6 mánaðir verður komposti/sankutøðini førd út aftur á jørðina. Ongir trupulleikar eru við rottu ella við at fuglur legst á kompost-bunkarnar.

 

Loysnin við at fara undir skipan við at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum krevur sostatt ikki millióna íløgur í t.d. eitt biogass-verk, men skipanir kring landið, har tað er eitt (innigirt) økið, har 6-7 kompost-bunkar kunnu leggjast, eina kvørn, og ein lítil rennigravari má eisini verða tøkur 1-2 dagar um mánaðin at leggja nýggjan bunka og ríva um í bunkunum.

 

Á Eysturlandinum í Íslandi hevur skipanin við lívrunnum tilfari ført við sær broyting í innheintingarskipanini. Vanlig gráa tunnan/grái posin verður nú “bara” heintaður 3. hvørja viku (tí har er minni rusk í gráa posanum og lítið av matleivdum, sum rotna og lukta). Tunnan við lívrunnum tilfari verður tømd 1. ferð um mánaðin, og pappíri og papp 1. ferð um mánaðin. Við øðrum orðum, so krevur hetta ikki meiri arbeiðið av innheintingarskipanini, men “bara” eina broyting í hvat verður innheintað nær.

 

Í einum framkomnum samfelag er rætt at fara undir skipan, har lívrunna tilfarið verður skilt frá vanliga húsarhaldsruskinum. Í góðum samstarvi millum land og kommunurnar – sum vara av ruskinnsavningini – eigur at verða farið undir at fáa øll húsarhald í Føroyum við í skipan, har vit skilja lívrunna tilfar frá vanliga húsarhaldsruskinum.

 

Hetta umhvørvisátakið heima við hús – í samstarvi við IRF og Tórshavnar kommunu – fer at minka nøgdirnar av ruski, sum skulu koyrast til og brennast á brennistøðunum hjá IRF í Leirvík og hjá Tórshavnar kommunu á Hjalla, við umleið 30%.

 

Onkuntíð er tað bara spurningur um at gera tað rætta – eisini í tí smáa heima við hús.

 

 

 

Dennis Holm,

 

Valevni fyri Tjóðveldi