Í morgin, fríggjadagin klokkan 17 verður fernisering í Williamsstovu - tætt við Marjun Heimá - í Niels Finsensgøtu í Havn.
Tvær ungar havnarkvinnur, Jórunn Justinussen og Sanna Dulavík fara at hava málningaframsýning við egnum verkum í Williamsstovu.
Framsýningin verður opin millum fríggjadagin 20. oktober og týsdagin 24. oktober.
Upp- og afturlatingartíðir fyri framsýningina hesar fimm dagarnar síggjast her:
##med2##