Ungdómar gera ónáðir við hvøllum brestum

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um hvøllar brestir í Havn, sum órógva fólk

Tað er ungdómar, sum gera eitt slag av bumbum við at blanda saman staniolpappír og reinsievni til frárensl og okkurt annað. Hetta gevur hvøllar brestir, sum um talan var um bumbubrestir.

– Hetta skal halda uppat, og tí hava vit verið úti og tosað við ungdómar, við foreldur og SSP, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hann sigur, at nógv fólk eru sera ørkymlað av hesum, sum verður tveitt inn í tún hjá fólki.

Vaktleiðarin heldur, at tað hevði hjálpt, um handlar ikki seldu 12-13 ára gomlum ungdómum reinsievni til frárensl.

Um nátturðatíð í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tað var roykur og luktaði brent í J. C. Svabosgøtu í Havn. Løgregla og átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum komu á staðið, men har var eingin roykur og eingin eldur at síggja nakra staðni, so tað kann hava verið úr onkrum skorsteini, heldur vaktleiðarin.

Um middagsleitið í gjár kom fráboðan um, at ein mob-bátur var uppsteðgaður í Vestmannasundi. MRCC fekk boðini og sendi Sverra at sleipa bátin til lands.