Ungir bilførarar fingu koyriforboð

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð í einari ferðkanning hjá løgregluni í Leirvík í gjárkvøldið.

 

Í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðmátingar í bygdum øki í Leirvík. Har fingu fýra bilførarar bót, umframt at tveir eisini fáa klipp í koyrikortið.

 

Hjá tveimum ungum bilførarum - ella førarum, sum hava havt koyrikortið lutfalsliga stutt - gekk upp aftur verri. 

 

- Hesir høvdu havt koyrikortið í styttri enn trý ár, og tá skal nógv minni til fyri at missa tað aftur, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Vaktleiðarin segði, at tá bilførarar hava koyrt í minni enn trý ár, kunnu teir fáa tvey klipp í koyrikortið í einum rendi, og tá fáa teir eisini koyriforboð.

 

- Í hesum førinum fingu hesir báðir ungu bilførararnir forboð fyri at koyra bil, og sostatt mugu teir taka koyrikortið um aftur, áðrenn kunnu koyra aftur.

 

Løgreglan leggur aftrat, at í ferðmátingunum í Leirvík vóru umrøddu bilar máldir at koyra millum 76 og 85 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 50.