Ungur bóndi selur Dalsgarð orsakað av »høpisleysari festiskipan«

Sosialurin: Virksemið á garðinum lønar seg sambært honum ikki, tá man sum festari sjálvur skal rinda fyri viðlíkahald av tilhoyrandi bygningum.

Í fleiri enn 400 ár hevur Dalsgarður verið partur av Dalsgaard-familjuni í Skálavík og telist sostatt millum elstu og størstu garðar í landinum við 500 áseyðum.

 

Men nú er festið til garðin lýst til sølu.

 

Tað eru fleiri grundir til tað, fortelur Torkil Dalsgaard, sum í 2016 tók við festinum sum nummar 15 í røðini av festarum í familjuni.

 

– Tað eru fleiri orsøkir til tað. Men størsta orsøkin er, at vit arbeiða undir einari høpisleysari almennari festiskipan, sum burdi verið avtikin fyri 300 árum síðani, sigur Torkil Dalsgaard í samrøðu við Sosialin.

 

Hann vísir á, at trupulleikin er, at man sum festari sjálvur má standa fyri rakstrinum og viðlíkahaldinum av bygningunum, hóast teir formelt eru almennar ognir.

 

– Tað gevur ikki meining, at vit sum privatpersónar skulu seta okkum sjálvar og alt okkara í veð, fyri at uppihalda ognum, sum vit í síðsta enda onki eiga í, sigur 35 ára gamli bóndin.

 

Hvørja loysn sært tú so fyri tær í staðin?

 

– Um landið skal eiga tað, so má landið taka kostnaðin av bygningunum. Í øllum førum geva sítt íkast til tað. Og um man ikki vil tað, so má man finna útav einari aðrari loysn. Til dømis at selja bygningarnar, so teir kunnu roknast sum fastogn. So hevði tað givið meining fyri okkum at sett íløgur í bygningarnar, sigur Torkil Dalsgaard við Sosialin.

 

Á Dalsgarði framleiða tey seyðakjøt og neytakjøt, og fáast generelt við góðskan av føroyskum matvørum so sum skinku og rullupylsu.

 

– Um eg bæði skal liva av virkseminum á garðinum og hava pengar eftir til at investera í bygningar og tað, sum hoyrir til garðin, so krevur tað, at eg má hava arbeiði við síðuna av. Men so er tað ikki landbúnaður longur. So er tað jú bara hobby-landbúnaður. Er tað tað, vit vilja við landbúnaðinum í Føroyum? spyr hann.

 

Les longri samrøðu við Torkil Dalsgaard um hetta í nýggjasta Sosialinum.

 

##med2##

 

Dalsgarður er ásettur til 500 áseyðir og 11 merkur og 14 gyllin. 100.000 fermetrar av innangarðsjørð hoyra til garðin. Í løtuni er áseyðatalið 380 áseyðir, 5 ross, 3 kýr og ein lama eru eisini á garðinum.