Ungur maður úr Sandavági skal vera við í Paradise Hotel

Hann hevur longu verið við í norsku útgávuni av Paradise Hotel. Nú er hann so sloppin við í donsku sendingina

Karl Weihe úr Sandavági skal vera við í donsku reality røðini Paradise Hotel.

 

Tað avdúkar hann á Instagram í dag.

 

Í 2022 luttók Karl Weihe í sendingini Ex on the Beach. Síðan tá hevur hann skapt sær eitt navn í donsku reality-verðini, og fyrr í ár var hann við í norsku útgávuni av Paradise Hotel.

 

Nú skal hann so royna seg í danska Paradise Hotel.

 

Á Instagram skrivar hann:

 

– Paradise Hotel Danmark, i’m coming for you! Endiliga kann eg avdúka, at eg eri við í nýggju sesongini av PARADISE HOTEL!!

 

Fyrsti partur verður vístur 1. januar 2025.