FC Hoyvík hevur fingið trý nýggj fólk í nevndina, eftir nevnarval var á skránni til eykaaðalfundin í farna mánaði. Ein teirra er Andrass Thomsen, sum seinastu árini hevur arbeitt í Fótbóltssambandinum.
- Á eykaaðalfundi 23 novembur, var nevndarval á skránni 3 fólk valdu at takka fyri seg og vóru hesi Bjarni Beder, Annika Thomsen og Leivur Hansen. FC Hoyvík ynskir at takka teimun fyri sína trúgvu tænastu og vóna vit at síggja tey í øðrum leiklutum í felagnum í framtíðini, skrivar FC Hoyvík.
Trý nýggj fólk vóru vald í nevndina. Tey eru Andrass Thomsen, Jan Vestergaard og Høgni Midjord í Stovuni. Jan Vestergaard er fótbóltsáhugaður og hevur spælt sum yngri við evnaríkum VB-liði. Høgni Midjord í Stovuni hevur spælt við feløgunum sum B71, B36, FC Suðuroy, AB g EB/Streymi í bestu deildini.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis, Fróði Danielsen formaður, Andrass Thomsen næstformaður, Katrin Erlendsdóttur nevndarlimur, Beinta Fossádal nevndarlimur, Jan Vestergaard nevndarlimur og Høgni Midjord í Stovuni nevndarlimur.