ÚR SAVNINUM: Tá Martin Joensen fylti 60 ár

Hoyr úr savninum hjá Miðlahúsinum eina samrøðu, ið var gjørd við tónaskaldið, Martin Joensen fyri 10 árum síðani

Í dag fyllir fólkakæra tónaskaldið úr Vestmanna, Martin Joensen 70 ár.

 

Hetta var hátíðarhildið við einari fagnaðarkonsert á Miðnámi í Vestmanna, har framstandandi tónlistafólk framførdu løg hjá Martini.

 

Tá Martin rundaði tey seksti fyri 10 árum síðani gjørdu Mirjam Pætursdóttir og Evi Tausen vegna Miðlahúsið eina samrøðu við Martin. Við endan av samrøðuni framførdi Martin eitt lag.

 

HER  ber til at hoyra samrøðuna við Martin Joensen frá 2013.