- Leypi ikki á, er boðskapurin hjá amerikanska forsetanum, Joe Biden, til Iran.
Í Hvítu Húsunum halda tey annars, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær Iran fer at hevna álopið á iransku sendistovuna í Damaskus í Sýria hin 1. apríl.
Í álopinum lótu sjey limir í iransku kollveltingarhirðuni lív, og Iran hevur givið Ísrael skylduna fyri álopið.
Viðurskiftini millum Ísrael og Iran hava verið køld - serliga síðan álopið á iransku sendistovuna, sum varð løgd í oyði.
Tíðindastovan Reuters endurgevur amerikanska forsetan í dag, har hesin heitir á Iran um ikki at leypa á Ísrael.
- USA hevur skyldu til at verja Ísrael, og eitt iranskt álop á landið fer ikki at tæna Iran, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, sum heitir á Iran um at lata vera.
Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/oektur-vandi-fyri-iranskum-alopi-a-israel