USA letur 1,7 milliardir krónur til Ukraina

Grundarlagið undir stuðlinum er hernaðarligu átøkini hjá Russlandi móti Ukraina seinastu tíðina.

USA hevur lovað Ukraina 250 milliónir dollarar - ella slakar 1,7 milliardir krónur í okkara peningi - í hernaðarhjálp.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga í dag.

 

Lyftið um hesar pengar varð givið í morgun á einum toppfundi millum 50 verjumálaráðharrar.

 

Toppfundurin var á Ramstein-herstøðini í Týsklandi.

 

Grundarlagið undir stuðlinum, sum USA nú letur, er hernaðarligu átøkini hjá Russlandi móti ukrainska fólkinum seinastu tíðina.