Ukraina fær fleiri og fleiri amerikanskar rakettir av slagnum, Atacms. Myndin er frá útskjóting av einari slíkari rakett í Suðurkorea.

USA letur Ukraina leypa á mál í Russlandi

- Eg trúgvi, at ein meira ágangandi politikkur hjá vesturheiminum mótvegis Russlandi hevði fingið Putin-stjórnina at tikið størri atlit, sigur høvuðslærari í norska verjuháskúlanum.

Ukraina fær fleiri og fleiri amerikanskar rakettir av slagnum, Atacms. Myndin er frá útskjóting av einari slíkari rakett í Suðurkorea.

Tá amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, vitjað í Kyiv miðskeiðis í hesi vikuni, kom hann við nøkrum ansvekjandi útsagnum. Í ukrainska høvuðsstaðnum avvísti hann ikki, at Ukraina kann brúka amerikansku rakettirnar móti málum inni í Russlandi.

 

- Vit hava ikki eggjað til ella tilrættalagt nøkur álop uttan fyri Ukraina, men at enda verður tað Ukraina sjálvt, sum ger av, hvussu landið vil føra hetta kríggið móti Russlandi, segði Antony Blinken.

Áður hava vestanlond kravt av ukrainum, at vápnini, sum Ukraina fær, bert skulu brúkast innan landamørkini hjá Ukraina.

 

Men, nakað herfyri segði bretski uttanríkisráðharrin, David Cameron, við BBC, at Ukraina hevur rætt til at brúka bretsk vápn til álop á Russland.

 

Soleiðis hava nú tveir uttanríkisráðharrar í vesturheiminum latið upp fyri møguleikanum, sum kann gerast ein stór broyting í krígsførsluni hjá Ukraina mótvegis russiska hersetingarvaldinum.

 

Leiðarin fyri russiska tjóðartinginum - Duma'ini, Vjatsjeslav Volodin - hevði hósdagin sambært Reuters nøkur ógvuslig úttalilsir um hesar útsagnir hjá uttanríkisráðharrunum í Bretlandi og USA.

 

- Stjórnin í Kyiv dregur USA og evropeisk lond inn í eitt stórkríggj, segði hann sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Russiskir myndugleikar hava áður hótt við, at um vápn, sum vestanlond lata Ukraina, verða brúkt til at raka mál inni í Russlandi - ja, so kann hetta føra til ein nýggjan heimsbardaga.

 

Fyri ikki so langari tíð síðan gav russiski forsetin, Vladimir Putin, landsins hermegi boð um at venja at brúka sonevnd taktisk kjarnorkuvápn. Hetta eru smærri kjarnorkuvápn, sum eru ætlað til brúks á hermótinum.

 

Men, hetta eru ógvuliga máttmikil vápn, sum kunnu leggja heilar býir í oyði.

 

##med2##

Men, hvussu álvarsligar eru so russisku hóttaninar, spyr norska kringvarpið - NRK - Tom Røseth, sum er høvuðslærari við norska verjuháskúlan.

 

Hann heldur, at prísurin hjá Russlandi fyri at brúka taktisk kjarnorkuvápn kann gerast ov høgur, tí bæði Nato og heimssamfelagið annars høvdu tikið hetta í størsta álvara og høvdu "reagerað" ógvusliga og óútrokniliga.

 

Tom Røseth heldur, at ein meira ágangandi politikkur hjá vesturheiminum mótvegis Russlandi hevði fingið Putin-stjórnina at tikið størri atlit.

 

- Tað hevur týdning, at vesturheimurin ger russar ótryggar um, hvat bíðar teimum í hesum krígnum - at teir ikki bara kunnu gera, sum teir vilja uttan at vænta, at vesturheimurin veruliga stuðlar Ukraina, sigur hann við NRK.

 

 

 

Ukraina fær fleiri og fleiri amerikanskar rakettir av slagnum, Atacms. Myndin er frá útskjóting av einari slíkari rakett í Suðurkorea.

Tom Røseth er høvuðslærari við norska verjuháskúlan.