Útlendingar eru annað enn arbeiðsmegi

Útlendingastovan er í dag ein partur av Vinnustovninum, sum liggur undir Vinnumálaráðnum. Signalið er næstan ikki til at taka feil av: Útlendingar eru fyrst og fremst arbeiðsmegi. Vit gloyma tó, at útlendingar í Føroyum eru so nógv annað: Kona, maður, mamma, pápi, vinur, granni o.s.fr.

 

Nógv á integratiónsøkinum riggar væl í dag, men tíverri er tað so, at í fleiri førum hava útlendingar í Føroyum als ikki nøktandi kor og rættindi. Játtanin á 8,3 mió.kr. til Útlendingastovuna er eisini rættiliga lág, tá hugsað verður um, hvussu týdningarmikið hetta økið er, og at vit hava yvir 2.200 útlendingar í Føroyum.

 

Eg tosaði við eina kvinnu í vikuni, sum greiddi mær frá eini syrgiligari støðu, sum hennara útlendski maður er komin í. Tey hava børn saman, hava búð í Føroyum í nøkur ár, keypt hús, og maðurin arbeiðir sum handverkari. Í summar var hann tó úti fyri einari sera álvarsamari arbeiðsvanlukku. Hann kann ikki fara aftur til arbeiðis, tí hann er enn nógv merktur av vanlukkuni, og møguliga kemur hann bert at arbeiða aftur, har tað ikki er óljóð ella likamliga krevjandi. Trupulleikin er, at maðurin er í Føroyum upp á familjusamanføring og hevur tí ikki rætt til arbeiðsbúgving frá Almannaverkinum, sum ein føroyingur annars hevði havt. Tey kunnu ikki hjálpa honum út at arbeiða aftur og finna eitt starv, sum passar til hansara støðu – tað,  sum eisini verður kallað tillagað starv. Hetta hóast hann rindar skatt í Føroyum og hevur eitt púra vanligt familjulív sum aðrir føroyingar. Av tí sama hevur maðurin tveir møguleikar: At arbeiða fulla tíð ella vera sjúkrameldaður fulla tíð – og hvørgin møguleikin er góður ella varandi. Tey umhugsa nú at flyta aftur til hansara europeiska heimland, tí skipanirnar í Føroyum eru ov stirvnar.

 

Eg havi hoyrt fleiri líknandi søgur, har samanførdar familjur eru útkoyrdar, tí tað kann vera so tungt og strævið at fáast við skipanina. Sum at ganga í mótbrekku í fleiri ár. Eitt nú nokta almennir myndugleikar í ávísum førum at tosa enskt við hesar tilflytarar, og tí má makin orðna alt samskifti. Onkuntíð hendir eisini tað, at almennu myndugleikarnir ringja til føroyska makan um viðurskifti, sum viðvíkja útlendinginum. Hetta er ógvuliga ómynduggerandi og má ikki koma fyri.

 

Eitt annað er málsligu skeiðini, sum verða bjóðað til útlendingarnar. Tað eru ymisk tilboð, men tað intensiva skeiðið er gerandisdagar í arbeiðstíð í nakrar mánaðir. Hvussu skulu útlendingarnir, sum fara á skeið, kunna lívbjarga sær og breyðføða sína familju, tá man ikki fær arbeitt í fleiri mánaðir? Ein loysn kundi verið t.d. at longt skeiðið og lagt tað aftaná arbeiðstíð og lagað tað soleiðis til, at man kundi fingið arbeiðslív, familjulív og málskeið at hingið saman. Ein annar møguleiki er at bjóða útlendingunum studning, so teir hava ráð at vera í skúla. Tað hevur alstóran týdning, at útlendingarnir hava møguleika at koma til hesi skeiðini, tí vit vita jú øll, hvussu ómetaliga stóran týdning málið hevur fyri at fella til í einum samfelagi – og kanska serliga í einum samfelagi sum tí føroyska.

 

Føroyar er eitt av teimum fáu londunum í heiminum, sum ikki hava eina integratiónslóg, sum staðfestir rættindi og skyldur hjá útlendingum. Eitt uppskot er tó sent til hoyringar, men hendan lógin er ógvuliga stutt við einans 12 paragraffum samanborið við t.d. 68 paragraffir í donsku integratiónslógini. Uppskotið er ógvuliga leyst orðað og gevur ikki nakra útgreinaða vegleiðing um, hvussu integratiónin skal gerast í Føroyum. Úrslitið er, at tað verður lagt út til almennu stovnarnar og privatu fyritøkurnar at gera sína egnu meting av, hvat “góð integratión” er. Hetta er sjálvandi ógvuliga ørkymlandi bæði fyri útlendingin og fyri arbeiðsgevaran.

 

Vit mugu minnast til, at útlendingar rópa gjarna ikki serliga hart í miðlunum. Tá man kanska ikki dugir málið og annars er í einum fremmandum landi, er tað ikki serliga lætt at rópa varskó. Fyri tað eru hesar avbjóðingar veruligar, og tí er tað av alstórum týdningi, at vit uppraðfesta integratión og útlendingaøkið. Fyri tað fyrsta er tað ógvuliga møðsamt og slítandi fyri ta samanførdu familjuna at stríðast so nógv við skipanina. Fyri tað næsta kunnu vit enda við paralellsamfeløgum, har útlendingarnir liva sítt egna lív fullkomiliga atskild frá restini av føroyska samfelagnum. Fyri tað triðja hava útlendingar ofta eitt gott viðføri, sum kann ríka okkara samfelag við nýggjum tankum, hugskotum og innliti.

 

Tað er upp á tíðina, at vit síggja útlendingar í Føroyum meira sum menniskju og minni sum arbeiðsmegi. Tað kann vera, at integratión kostar – men manglandi integratión kann skjótt koma at kosta nógv meir.

 

Óli Jákup Jacobsen

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin

 

 

 

Um meg:

 

Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.