Bert fáar dagar, áðrenn løgmaður kastaði handklæðið í ringin, legði jeg seinastu hond á arbeiðið við at leggja lógarverk fyri Tingið, ið skuldi javnseta útlendingar, sum koma til Føroyar at arbeiða. Í verandi lóggávu er tað ein treyt fyri 3. landsborgarar, at teimum verður tryggjað minst 40 tímar um viku.
Tað er øðrvísi við eitt nú ES-borgarum, har tað er nóg mikið at tryggja teimum 30 tímar um vikuna fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað er serliga innan fyri flakavirkisvinnuna, at arbeiðsmegin úr 3. londum er at finna. Hesi er neyðug fyri raksturin á flakavirkinum størsta partin av árinum. Trupulleikin blívir sjónligur, tá rávørugrundarlagið svíkir, tí tá blíva føroyingar sendir til hús, tí virkini eru trýst til at hava útlendsku fólkini til arbeiðs 40 tímar um vikuna.
Virða virkini ikki hesi krøvini, so verða útlendingarnir sendir av landinum. Hesin skeivleikin má rættast í nýggja árinum. Í framtíðini skal markið verða 30 tímar fyri alla útlendsku arbeiðsmegina, soleiðis, at útlendingar verða javnsettir og føroyingar ikki sita heima, tí treytirnar í uppihaldsloyvinum gera, at arbeiðsgevarin er noyddur at senda føroyingin heim, fyri ikki at missa útlendingin, sum tørvur er á, stóran part av árinum.
X við C
X við Bjarni Hammer