Útoyggjar í Føroyum

Kalsoyingar eru nakað nær føroyameistaraskapinum í ferðavinnu. Í gjárkvøldið var valfundur í hugnaligu hølunum Edge í Mikladali.

 

Har hoyrdu vit um, hvussu tey kýta seg í øllum fýra bygdum í Kalsoynni at fáa tað at bera til at hava eina vinnu á staðnum og ein gerandisdag at bera til. Men mangir eru fløskuhálsarnir, og allar ringasti er samferðslumøguleikarnir. Gamli Sam er góður, men gamal og ótíðarhóskandi, og hann megnar als ikki trýstið um sumrini.

 

Hetta er ikki bara galdandi fyri Kalsoynna. Fugloy og Svínoy hava eisini gamalt skip at røkja sigling, og Nólsoy og Hestur eru í somu støðu. Tað ber ikki longur til at hyggja at, meðan flotin eldist, og onki verður gjørt.

 

Ein ætlan fyri at endurnýggja gomlu ferjurnar er neyðug og eigur at verða raðfest frá fyrsta degi í komandi samgongu.

 

Somuleiðis er tørvur á øktum bústaðarmøguleikum úti á bygd, smidligum og ódýrum loysnum.

 

Matvøruframleiðslan í Føroyum skal økjast, bæði grønmeti og neytakjøt. MVG-ið eigur at minka fyri henda vørubólk, so vit gerast sjálvbjargnari, tí stuttfluttur og heilsugóður matur eigur í størri mun at standa á borðinum, heldur enn pitsur.

 

Mangt áhugavert kom fram á fundinum, ið átti at verið raðfest. Hetta vísir bara, at tørvur framvegis er á einum útoyggjaáliti, sum nú er omanfyri tjúgu ár, Ein komandi samgonga eigur alt fyri eitt at fara undir at lýsa gerandisdagin og tørvin á útoyggj og dagføra útoyggjaálitið, so hetta tekur støði í tí veruleika, útoyggjarnar eru í í dag.

 

Vit í Tjóðveldi vilja raðfesta farleiðirnar. Vit vilja fegin skapa fortreytir fyri bústaðarmøguleikum um alt landið, fyri spírandi vinnum og eggja matvøruframleiðsluni og geva henni betri kor.

 

 

 

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi