Uttanlandsinntøkur hava stóran týdning

Tað skal loysa seg at liva í Føroyum, eisini um ein arbeiðir uttanlands.

 


Eingin føroyingur, sum arbeiðir uttanlands, skal rinda dupult. Tíverri hevur tað verið so í nógvum førum. Fólkaflokkurin hevur longu fingið nógvar forðingar burtur, men framvegis er nakað eftur á mál.

 


Tá tað kemur til skatt eru politiskar kreftir, sum vilja skatta uttanlandsinntøkur dupult. Tað verður ikki við Fólkaflokkinum.

 


Við pensjónum hava vit tryggja fólkum, sum arbeiða í Grønlandi og Danmark undan at rinda dupult til pensjón. Vit hava eisini tryggja, at tey sum rinda til Folketrygg í Norra, ikki eisini skulu rinda í Føroyum. Men enn er langt á mál, tí pensjónsuppsparing í øðrum londum verður ikki góðtikin her.

Yvirmenn á norskum fiskiskipum hava havt avbjóðingar. Helt vit høvdu loyst trupuleikan, men onkran snávingarstein hevur Fólkayvirlitið funnið. Tað mugu vit loysa.

 


Fólkaflokkurin sær sera stóra týdningin av uttanlandsinntøkum. Vit vilja kempa fyri rættvísari skipan fyri hesi eisini. Eingin skal rinda dupult, tað vilja vit tryggja.

 


Jørgen Niclasen, valevni Fólkafloksins