Okkara arbeiði er at knýta Føroyar nærri at umheiminum og hetta er eitt gott stig á leiðini, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog um nýggju avtaluna millum KLM og Atlantsflog.
- Hetta er stórt fyri okkum og setir Føroyar á heimskortið, sigur hon.
KLM og Air France arbeiða tætt saman, men fyribils er avtalan einans galdandi millum Atlantsflog og KLM. Jóhanna á Bergi sigur kortini, at enn verður arbeitt við at gera eina líknandi avtalu við Air France.
Fyrr í ár bórust tíðindi um, at Atlantsflog fór at at flúgva til París í summar, men seinni bleiv tað broytt til Amsterdam. Hetta er ein liður í hesi avtaluni við KLM-Air France-samtakið.
- Nú verður nógv lættari at koma til Føroya. Nú kann ein keypa eina ferð beinleiðis til Føroya á heimasíðuni hjá KLM. Framyvir fara vit eisini at siga vælkomin umborð á Atlantsflog í samstarv við KLM, sigur hon.
Jóhanna á Bergi sigur, at aðrar líknandi avtalur eisini eru í væntu.
- Vit ynskja eitt størri netverk, so tí arbeiða vit víðari við, sigur stjórin í Atlantsflog.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Jóhonnu á Bergi.