Tað, at vera útbrendur, er nakað serstakt, og tað er ikki tað sama sum at hava stress ella at vera strongdur. Strongdina kanst tú fáa hjálp fyri, soleiðis at tú fært tínar førleikar aftur, men tað at vera útbrendur, er ein meira permanent støða, sigur Helgi Rasmussen.
– Útbrendheit er tann seinasta fasan av stress. Vit plagdu at siga, at vart tú útbrendur, so var tað ein irreversibul støða. Á vanligum føroyskum merkir tað, at tað er ein støða, sum ikki vendst aftur frá. Tú kanst gott vera álvarsliga stressaður, men so kanst tú fáa hjálp og frítíð, og so tekur tú annað skinn um bak og leggur lívið hjá tær um. So kanst tú koma aftur til arbeiðslívið og liva uttan trupulleikar.
– Men ert tú útbrendur, ert tú farin út har, sum reservurnar eisini eru brúktar. Tú ert slitin inn á bein, og tú hevur einki at byggja upp aftur við, sigur Helgi Rasmussen og samanber tað at vera útbrendur við eitt slag av avlamni.
– Tað er næstan sum at hava gikt; hevur tú fingið tað, so mást tú liva við tí, og tú verður avmarkaður restina av lívinum. Tú kanst gott liva eitt gott lív við tí, men tílíkt sum trýst, deadlines og annað, tað tolir tú ikki longur, og tú fert ongantíð at tola tað.
Vánaligar arbeiðsumstøður skapa strongdina
Helgi Rasmussen metir, at ein av upprununum til strongd og útbrendheit eru at finna í teimum broytingum, ið fóru fram á arbeiðsmarknaðinum miðskeiðis í 1950'unum. Tá gjørdist sálarfrøðin og konsulentvirksemi partur av arbeiðsplássunum, og úrslitið varð, at sálarfrøðiligir teknikkir vórðu brúktir til at stýra starvsfólki, heldur Helgi Rasmussen.
– Tú fert inn og byrjar at gera teams, at tosa um trivna, at halda saman og so framvegis. Mitt í tí heila verður hetta nógv meira enn bert eitt arbeiði. Nú verður starvsplássið eitt lív. Fert tú hagani og fram til í dag, so er sjúkrafrávera og stress ein trupulleiki, ið verður verri og verri. Sálarfrøðingar, konsulentar og alt møguligt verður brúkt til at fáa bilbukt við hendan trupulleikan, men hann verður bara verri, sigur Helgi Rasmussen.
Tá spurdur, um tað er vandi fyri, at sálarfrøðingar og konsulentar kunnu lata seg brúka ella misbrúka av fyritøkum og stovnum, ið vilja hava nýggjar leiðsluteknikkir, sum kanska ikki eru serliga góðir fyri vælveruna hjá starvsfólkunum, heldur Helgi Rasmussen, at tað er ein avgjørdur vandi.
– Tað er júst tað, sum hendir. Tá kunna vit, sum konsulentar, gerast viðspælarar í at skapa útbrendheit, sigur Helgi Rasmussen.
Symptomviðgerð loysir ikki nakran trupulleika
Sum dømi um hvat tað merkir at vera viðspælarar í útbrendheit, greiðir Helgi Rasmussen frá um einum hugsaðum dømi, har eitt starvsfólk arbeiðir í einum rúmi, ið er fult av gift. Meðan starvsfólkið er til arbeiðis, setir giftin seg í húðina, og starvsfólkið verður illa fyri. Starvsfólkið fer tí til lækna og fær hjálp fyri giftini eftir arbeiðstíð. Starvsfólkið fær tað eitt sindur betri, meðan tað er hjá læknanum, men dagin eftir fer tað aftur til arbeiðis inni í giftiga rúminum, og "hjálpin", sum læknin veitti, hevur bert fyrireikað starvsfólkið til at verða sjúkt aftur dagin eftir.
– So rennir tú millum giftina og læknan. Tað nyttar einki at hjálpa tí einstaka annað enn at tey kunnu taka støðu til, hvat tey vilja í sínum lívi, sigur Helgi Rasmussen og sipar til, at tey kunnu altíð velja at finna eitt annað arbeiði.
– Skalt tú broyta organisatiónina, so mást tú fáa fatur á stjóranum og øllum systeminum.
– Tað nyttar einki at fara inn at hjálpa einstaka starvsfólkinum. Tað er gott upp á tann mátan, at tú kanst fáa tey at taka støðu til, um tey vilja vera har ella ikki. Tú kanst hjálpa upp á tann mátan, at tey velja at fara eitt annað stað. Men at taka fólk út úr einum sjúkum systemi og gera tey frísk, bara soleiðis at tú kanst seta tey inn aftur í tað sjúka systemið, tað er rættiliga ábyrgdarleyst. Og tað hendir javnan, sigur Helgi Rasmussen.
Neyðugt er við greiðum kørmum
Um sleppast skal undan, at starvsfólk brenna út, er neyðugt at arbeiðsplássið hevur greið mørk fyri nær tú ert til arbeiðis, og nær tú ikki ert, heldur Helgi Rasmussen. Rákið seinastu árini hevur verið, at arbeiðið verður tikið við til húsar í telefonini og í teldupostinum
– Tað fyrsta er at fáa eina organisatión, sum hevur mørk, soleiðis at tú veitst, nær tú ert inni og úti. Og fartelefonir og teldupostar er millum annað tað, sum er grensubrótandi, sigur Helgi Rasmussen.
– Tú hevur júst sett at hyggja eftir Degi & viku, og so plingar telefonin. So ert tú knappliga til arbeiðis. Tað, sum er mest umráðandi fyri ikki at verða útbrendur, er at kenna arbeiðstíðina og arbeiðsuppgávuna. Og tú mást leiðast upp á ein máta, har tú veitst, nær arbeiðsuppgávan er loyst.
– Tað, sum skapar nakað, sum tú kanst brenna fyri, er, at tú veitst, hvat tú gert, tú veitst, hvat tað krevst, og tú veitst, nær tú ert liðugur. So brennir tú ikki út.
Hinvegin brennir tú út, um tú ongantíð verður liðugur við arbeiðið.
– Um tú kemur til húsar hvønn dag og hugsar: "Nú mangli eg hetta, og so mangli eg hatta. Guð viti, hvat tey krevja. Man hetta vera gott nokk?" Allar tær spekulatiónirnar. Trupulleikin er, at bremsiklossarnir hvørva, og so koyrir tað í fullari ferð í 24 tímar um døgnið, sigur Helgi Rasmussen.
Somuleiðis er fikseringin við arbeiðstímum - ein fiksering, sum hevur vundið upp á seg saman við tøkniligu frambrotunum - eisini ósunn, metir Helgi Rasmussen
– Hetta at tú skalt vita, hvar starsvfólk eru allatíð, er burturvið. At tað er tað, sum er meira avgerandi, enn at starvsfólk loysa uppgávurnar. Summi telja tímar heldur enn produktión.
Tað er tankavekjandi, at vitanarstarvsfólk - tey, sum framleiða og arbeiða við vitan - skulu arbeiða í einum tímaregi og eftir strangum tímareglum, tí at tað er ikki soleiðis, sum vitanarframleiðsla virkar, heldur Helgi Rasmussen.
–Tú kroystir eina industriella tankagongd niður yvir vitanarstarvsfólk. Tað vil siga, at tú brúkar eina gamla samlibandstankagongd til fólk, sum skulu arbeiða við vitan. Har vildi eg sagt, at tað hevði verið betri, um fokus var á produktiónmál.
Frítíðarítriv og áhugi ávirkar rætta vegin
Tað er ikki bert ein spurningur um at hava nógv at gera, sum ger av, um hvørt tú ert í vanda fyri at vera útbrendur ella ikki.
Helgi Rasmussen vísir til granskingina hjá Robert Karasek, ið ger greitt, at tað er ein javnvág millum krøv og kontroll, sum er avgerandi fyri, hvussu strongdur tú ert.
– Hevur tú til dømis eitt høgt krav um at loysa eina uppgávu, men tú hevur lítla ávirkan á rammurnar, so er tað stresselvandi, sigur Helgi Rasmussen og vísir á flogfyriskiping sum dømi um strongdarelvandi arbeiði.
Flogfyriskiparar hava høg krøv til arbeiðið. Gongur tað ikki sum ætlað í loftrúminum, kann tað enda við álvarsomum vanlukkum. Samstundis hava flogfyriskiparar lítla ávirkan á karmarnar kring arbeiðið, tí hvørki veðrið ella tekniskir feilir í flogbúnaðinum spyr teir til ráðs. Úrslitið er, at flogfyriskiparar teljast millum teirra, ið kenna mest strongd av arbeiðinum.
Hinvegin hava frítíðarítriv ikki stóra ávirkan á, um hvørt tú kennir teg strongdan ella er í ferð við at brenna út.
– Ert tú í einum ítróttarfelag, so er tað sjálvboðið. Tá tú gert sjálvboðið arbeiði, veitst tú, at tú gert eitt gott og meiningfult arbeiði.
Heldur enn at virka tømandi fyri orku eru frítíðarítriv tað, ið gevur tær orkuna.
– Tað er eingin, sum fæst við ítróttarfelag, skótar ella líknandi, sum fer niður við nakkanum orsakað av tí. Tað er kanska júst har, sum tey fáa orkuna frá, sigur Helgi Rasmussen.