Valur stríddist manniliga móti Melsungen - Kiel vann á heimavølli

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava fulla úrtøku í EHF European League

Tvey føroyingalið vóru millum liðini sum í kvøld spældu teir seinnu dystirnar í EHF European League.

 

Á heimavølli í dysti í bólki F í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík stríddist liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg manniliga móti oddaliðnum í týsku bundesliguni, MT Melsungen. 

 

Melsungen vann dystin 33-28. Tá 51 minuttir vóru leiktir stóð á jøvnum 26-26, men so skoraði Melsungen fýra ferðir á rað uttan, at Valur svaraði aftur. Men hóast tapið stendur eitt heiðurligt avrik eftir hjá Vali. Í steðginum var Melsungen bert á odda við einum máli, 16-15.

 

Bjarni skoraði eitt mál upp á fýra málroyndir. Allan tók ikki av tí eina málmøguleikanum hann fekk.

 

Melsungen er fremst í bólkinum við átta stigum. Porto er nummar tvey við fimm stigum. Vardar 1961 hevur tvey stig og Valur er aftast við einum stigi.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel 31-28 á kroatiska liðnum, Nexe. Í steðginum var Kiel á odda 15-12. 

 

Elias skoraði trý mál upp á átta málroyndir.

 

Kiel er fremst í bólkinum við fullum stigatali, átta stigum. Vojvodina hevur seks stig, og aftast eru Nexe og Torrelavega við einum stigi hvør.