Vánaliga fíggjarstýringin er størsta hóttanin móti vælferðini 

Problemið við sosialismu er, at fyrr ella seinni eru pengarnir hjá øðrum uppi.

 

Soleiðis segði Thatcher um sosialismu. Og søgan hevur víst, at tað kann henda.

 

Men soleiðis sum búskaparstýringin hevur verið hjá hesari samgonguni, eri eg bangin fyri, at søgan í framtíðini fer at vísa nakað heilt nýtt. 

 

Nevniliga eitt landsstýri, sum ikki bara brúkar pengarnar hjá øðrum. Men eisini hjá ongum. Tí har eru eingir pengar eftir. Har er einki sett av til ringari tíðir, einki til nýggjar íløgur. Har verður eingin hjálp til sperdar barnafamiljur, tá kassin altíð er tómur.  

 

Vit hava altso havt eitt landsstýri, sum í bestu tíðum við nærum ongum arbeiðsloysi einki avlop hevur havt á fíggjarlógini. Sum onga skuld hevur niðurgoldið. 

 

Eitt landsstýri, sum dugir so illa við pengum, at vit kunnu vænta okkum longri køir til heilsuviðgerð og útgreiningar. At tað verður ógjørligt at fáa fatur á kommunulæknanum. At starvsfólkini á dagstovnum, eldrasambýlum og í heilsuverkinum verða noydd at renna enn skjótari. At vælferðin nú er í vanda.

 

Tí góð búskaparstýring og vælferð hanga óloysiliga saman. Tað eina ber ikki til uttan hitt. Og sum búskaparfrøðingur er tað ørkymlandi at síggja, hvussu ófatiliga illa hendan samgongan hevur stýrt. 

 

Men eg eri heldur ikki ovfarin. Longu áðrenn valið í 2019 var greitt, at tað fór at verða dýrt, um Fólkaflokkurin slapp fram at kassanum. Og vit síggja, hvat sum er hent:

 

Eitt ófatiliga stórt ríkidømið er í ferð við at hvørva millum fingrarnar á okkum. Pengarnir savnast á alsamt færri hondum. Og vælferðarøkið verður slitið úr báðum endum. 

 

Búskaparliga eru tað tvær einfaldar orsøkir til hetta:

 

- Ov lítið kemur inn á inntøkusíðuni. Ístaðin fyri at krevja tað rætta inn av tilfeingisrentuni. Fyri at nevna eitt dømi, so hevur sitandi landsstýrið latið makrelkvotur til skip, sum ikki egna seg at fiska makrel, sum er ein óbeinleiðis stuðul til nøkur útvald fiskiskip  og samstundis missir landið eitt virðið á 40 mió. kr. árliga í tilfeingisgjaldi. Hetta er bara eitt dømi – og tað sigur nógv um stýringina í dag!

 

Samgongan letur  pengarnar hópa seg upp hjá nøkrum fáum kapitalsterkum fyritøkum. Tað er kappingaravlagandi og ger m.a., at hesar fyritøkur brúka pengarnar til alt møguligt, sum tær ikki áttu at brúkt teir til. T.d. at keypa bygningar. 

 

- Skattalættar verða givnir fólki, sum ikki tørva skattalættar. Tað er óneyðugt og ikki fíggjarliga haldført.

 

Politikkur snýr seg um raðfestingar. Tað ger góð búskaparstýring eisini. Skal tað gevast út, skal tað vera til tann, sum hevur tørv. Og skal tað krevjast inn, skal tað vera frá tí, sum hevur ráð.

 

Tað ber til at lætta um, men ikki hjá øllum. Vit eiga at geva skattalættar til barnafamiljur, námsfrøðingar, hjálparfólk og heilsurøktarar. Til tímaløntu vaskikonuna, til persónin aftanfyri kassan í handlunum og til arbeiðsfólkið á okkara framleiðsluvirkjum. 

 

Ikki til stjórarnar. Ikki til almennar deildarleiðarar. Ikki til løgtings- ella landsstýrisfólk. 

 

Og vit mugu krevja eina rætta tilfeingisrentu inn, soleiðis at vit hava ráð til okkara vælferð.

 

Vit skulu hava ein búskapargrunn skipaðan við lóg. Ikki bara fyri at eiga pengar. Men fyri at tryggja, at vit hava rásarúm til verri tíðir. Og eisini tí, vit hava skuldir at gjalda. 

 

Thatcher hevði ikki rætt í so nógvum, men hesum eri eg kortini samd við:

 

Mann skal vera varin, tá mann brúkar pengarnar hjá øðrum.

 

Tað ætli eg mær at vera, verði eg vald 8. desember. 

 

Malan Óladóttir á Dunga,

 

valevni fyri Javnaðarflokkin