Veddingarfyritøkur: Føroyar hava minsta møguleikan at vinna EM

Her eru oddsini upp á vinnaramøguleikarnar hjá teimum 24 kvinnulandsliðnum, ið skulu kappast í EM-endaspælinum

Fríggjadagin 29. november klokkan 17 skrivar føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti søgu.

 

Tá spæla okkara fyrsta dystin nakrantíð í einum EM-endaspæli. Dysturin verður leiktur í Basel móti tí eini vertstjóðini, Sveis. Føroyar eru eisini í innleiðandi bólki saman við Kroatia og Danmark.

 

Tríggjar altjóða veddingarfyritøkur, Betsson, Expekt og BET365 hava kunngjørt oddsini upp á hvørjar vinnaramøguleikar tey 24 landsliðini hava. Og sambært veddingarfyritøkunum hava Føroyar minsta møguleikan at vinna EM-gull.

 

Hjá Betsson og Expekt eru oddsini upp á, at Føroyar vinna EM-gull 3001. Hjá BET365 eru oddsini upp á, at Føroyar vinna EM-gull heili 4001. 

 

Noreg og Frakland eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum.

 

HER eru oddsini upp á øll 24 EM-liðini sambært odds.dk:

 

##med2##

 

##med3##