Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap.
- Restin av partrolarunum liggja við bryggju, men nú stormurin er av, fara skipini helst útaftur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Av djúpvatnstrolarunum er ein av ísfiskatrolunum á Íslandarygginum, og ein frystitrolari fiskar svartkalva.
- Hinir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju, verður lagt aftrat.
Í løtuni liggja allir teir smáu trolbátarnir eisini við bryggju, og teir fara helst eisini útaftur, nú veðrið er blíðkað.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma inn at landa síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.