Tað hevur avgjørt verið brúk fyri at vera aktivur, hesi 14 árini eg havi virka í Umboðsráðnum.
Eg havi gjørt vart við tiltrongdar batar og lagt fram fleiri mál fyri umboðsráðið, ið eg haldi hava havt týdning.
Fæst ikki svar uppá spurningar frá nevndini, havi eg brúkt nógva tíð at gera kanningar, fyri so at leggja hesar fyri umboðsráðið.
Vit eru eftirfylgjandi farin úr feløgum, sum bara hava drena samtakið fyri pening.
Eru mál, sum eg haldi hava almennan áhuga, geri eg vart við hesi í miðlunum, alt grundað á alment atkomuliga vitan, tí einki má berast út alment frá umboðsráðnum.
Tað er so hent, at onkur nevndarformaður veik sætið og annar valdi at trekkja seg heilt – tí hesir ikki hildu seg til spælireglurnar.
At tú soleiðis fær innlit og høvið at gera tær tína hugsan um hesi evni, tá á stendur– fáa summi tíverri ilt í reyvina av. Tað eru ikki hissini høgg eg havi lagt rygg til millum ár og dag.
Nú standi eg so fyri afturvali – og biði um tín stuðul at verða valdur aftur, so eg kann halda fram sum konstruktivur vaktari.
Umframt at vera á varðhaldi, vil eg t.d. framhaldandi virka fyri :
• At kappingin kemur tær til góðar (kapping um prís og tænastur).
• At virksemið kemur føroyska samfelagnum tilgóðar (vit virka í Føroyum).
• At tú fær betri kunning um tað, felagið hjá tær tekst við.
• At ognir ikki verða “lirkaðar” úr hondunum á tryggingartakarunum (tær og mær).
• At samtakið er skipað trygt og avmarkar møguleikan at nekta vinir og kenningar (nepotismu).
• At vit vísa virðing fyri kundum og starvsfólkum.
• At ognir verða væl umsitnar við virðing fyri tryggingartakarunum (tær sum eigara).
• At samtakið ikki er í óneyðugari kapping við smærri íleggjarar.
• At vit javnan máta og dagføra dugnaskap okkara (Benchmarking).
Hvat ger tú so við tína atkvøðu nú í september ?
Valið er í gongd frá 9. September og seinasta freist at avgreiða atkvøðu er 24. september.
Tú hevur helst fingið, ella fær, fleiri áheitanir frá valevnum, um at velja seg – minst tá til at spyrja :
• “Hví skal skal eg velja júst teg ?”
• “Hvat stendur tú fyri ?”
• “Hvussu vil tú umboða meg ?”
• “Hvat heldur tú um pening og makt ?”
• “Hvat við nepotismu (at nekta vinir kenningar) ?”
Vel fólk inn, ið hava dirvið og viljan til at siga frá.
EG BIÐIÐ UM TÍN STUÐUL AT GERA BETRI ENN BETRI
Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.
Vinarliga
Andrass Skaalum mob: 287870
Velbastaðvegur 42
FO-100 Tórshavn t-bræv: andras_s@olivant.fo
Tórshavn, tann 06. september 2024