Vel Havnina

Hetta valið er eisini eitt val um Havnina. Veljarin eigur at leggja sær í geyma, hvussu stóran týdning tað hevur, at okkara høvuðsstaður hevur tað gott. Tí tað er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, so hevur alt landið tað gott.

 

 

 

Tórshavnar kommuna hevur ferð eftir ferð gjørt vart við, at vit leingi hava livað við landstýrum, sum lítið hava gjørt til bata fyri høvuðstaðin, og skiftandi løgtingsmanningum,  sum hava spjatt meiningsleysar íløgur kring landið fyri politiskan løtuvinning, og lagt fótonglar fyri menning í høvuðsstaðnum.

 

 

 

At almenni geirin tryggjar livikorini í Havn er reint møsn og als ikki í samsvar við veruleikan. Í mun til fólkatalið er lítil munur á inntøkum frá fólki í almennum størvum í Havn og aðrastaðni. Almenna umsitingin er í Havn, tí tað er nátúrligt. Flest fólk búgva her, hava tørv á tænastuni her, harnæst býr kompetansan her.

 

 

 

Her búgva nú 42,5% av fólkatalinum. Vit byggja út sum aldri áður. Vit hava tørv á arbeiðsplássum og inntøkum at reka okkara alra høvuðsstað. Tað er tíverri langtsíðan, Havnin hevði dyggan stuðul á tingi.

 

 

 

Men nú verður tað. Hav ein sterkan høvuðsstað í huga, tá krossurin verður settur hósdagin. Ein sterk Havn merkir einar sterkar Føroyar.