Forsetin í Kenja, William Ruto, váttar, at landsins verjuleiðari, Francis Omondi Ogolla, er deyður í tyrluvanlukku.
Tilsamans níggju fólk lótu lív í vanlukkuni, tá tyrlan, tey vóru í, datt niður.
- Tað er við stórari sorg, eg beri boðini um generalin, Francis Omondi Ogolla, sigur forsetin í Kenja.
Forsetin upplýsir eisini, at vanlukkan hendi klokkan 14.20 í dag, lokala tíð.
Sambært lokalum tíðindamiðlum datt tyrlan niður í landslutinum, Elgeyo Marakwet, einar 400 kilometrar úr høvuðsstaði landsins, Nairobi.
Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í kvøld, er NTB.