VIDEO: 150 sangarar stóðu sum "Drängar" í brimi

(Video) Síggj og hoyr Tórshavnar Manskór og Orphei Drängar syngja saman "Till Österland vill jag fara" á konsertini, ið var í Vesturkirkjuni í kvøld

Heppin vóru vit mongu sum sluppu til konsert í Vesturkirkjuni í kvøld hjá okkara egna Tórshavnar Manskóri, og hjá kenda svenska manskórinum úr Uppsala, Orphei Drängar, ið vitjar í Føroyum á fyrsta sinni. 

 

Áhoyrararnir sluppu at leggja oyra til dygdargóðar føroyskar, svenskar, íslendskar, týskar, estiskar, amerikanskar og enskar kórsangir. Tað mest sjáldsama var tó løtan, tá Orphei Drängar framførdu eitt 16-raddað (ja so søgdu tey) verk, ið ikki var á einum kendum mannamáli, men sum kortini var ein stuttlig og musikalsk uppliving fyri áhoyrararnar.

 

Tórshavnar Manskór og Orphei Drängar vóru ótrúliga væl fyri, tá tey høvdu sínar egnu framførslur. Besta løtan var tó tá 90 svenskir kórsangarar og 60 føroyskir kórsangarar sungu saman: "Till Österland vill jag fara" og "Regin Smið" við Sámali Matras Kristiansen sum solosangara.

 

Teir 150 kórsangararnir stóðu sum "Drängar" í brimi væl stuðlaðir av gittarsnillingunum, Ólavi Jakobsen og Ólavi Øster og Ára Berghamar Danielsen á slagverkinum. 2 x Riddararós til Ólav og Ólav, og til Ára fyri gott fylgispæl til Regin Smið.

 

Í annaðkvøld klokkan 20 kunnu fólk hoyra Klaksvíkar Manskór og Orphei Drängar í nýggja mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Atgongumerki kosta 300 krónur. Lesandi rinda 150 krónur. 

 

Leygardagin klokkan 17.30 ber til at hoyra Tórshavnar Manskór og Orphei Drängar í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki kosta 300 krónur. Lesandi rinda 150 krónur. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##