VIDEO: Ásla gjørdist sigursmálskjútti hjá Piteå

(Video) Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Piteå-Djurgården 1-0 (0-0)

Føroyski landsliðsleikarin, Ásla Johannesen gjørdist í dag sigursmálskjútti hjá steypavinnarununum, Piteå í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Á heimavølli vann Piteå 1-0 á Djurgården.

 

Tá 57 minuttir vóru leiktir fekk Ásla bóltin serveraðan beint uttanfyri brotsteigin hjá Djurgården, og við góðum skoti fekk hon frá 17 metra fjarstøðu beint bóltin framvið málverjanum hjá Djurgården í netið til 1-0, ið gjørdist sigursmálið.

 

Ásla spældi allan dystin fyri Piteå.

 

Ígjár spældi Jóhanna Fossdalsá allan dystin, tá hon og liðfelagarnir í BK Häcken vunnu 2-0 (0-0) á Trelleborg á útivølli.

 

Häcken er næstfremst í deildini við 29 stigum. Sjey stig eru upp til oddaliðið, Rosengård. Piteå er nummar sjey í deildini við 15 stigum. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Piteå-Djurgården 1-0 (0-0):

 

##med2##