Ásla skoraði annan dystin á rað fyri Piteå

Piteå er nú á fimta plássinum í bestu svensku fótbóltsdeildini

Landsliðsleikarin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå tóku hóskvøldið móti AIK Stockholm í heimadysti í bestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Piteå at vinna 5-3. Í steðginum var Piteå á odda 3-1. Piteå var á odda bæði 4-1 og 5-2 áðrenn AIK megnaði at svara aftur í seinna hálvleiki.

 

Annan dystin á rað skoraði Ásla mál fyri Piteå. Í góðum samstarvi við Selinu Henriksson legði Ásla Piteå á odda 2-1 í 42. minutti.

 

Ásla var tikin av vøllin tá 71 minuttir vóru leiktir. 

 

Lokala blaðið, Piteå Tidningen sum fylgir liðnum væl undrast yvir, at Ásla mátti brúka 37 dystir fyri Piteå um at skjóta fyrsta málið. Tað gjørdi hon í undanfarna umfarinum móti Djurgården. Og nú hevur hon longu í 38. dystinum aftur skotið mál fyri Piteå: - Eg veit ikki hvat sørin eg siga um hetta. Sigur Ásla flennandi í viðmerking til Piteå Tidning.

 

Piteå er nú nummar fimm í deildini við 18 stigum fyri 13 dystir.

 

Ígjár vunnu Jóhanna Fossdalsá og liðfelagarnir í BK Häcken 1-0 (0-0) á Örebro á útivølli. Jóhanna var á vøllinum í 83. minuttir.

 

BK Häcken er nummar tvey í deildini við 32 stigum fyri 13 dystir. Tær eru sjey stig aftanfyri Rosengården, ið hevur fullan pott, 39 stig fyri 13 dystir.