Fótbóltsrisin, Brasil hevur avrikað óvanliga illa í HM-undankappingini í Suðuramerika.
HM-undankappingin í Suðuramerika er skipað sum ein bólkur við øllum 10 limalondunum í COMNEBOL (suðuramerikanska fótbóltssambandinum).
Í teimum fyrstu átta HM-undankappingardystunum hevur Brasil tapt heilar fýra.
Í nátt - føroyska tíð - tapti Brasil 0-1 fyri Paraguay á Estadio Defensores del Chaco leikvøllinum í paraguayanska høvuðsstaðnum, Asunción.
Diego Gomez skoraði sigursmálið við einum vøkrum langskoti í 20. minutti.
Hini fýra úrslitini í áttanda umfarinum vóru Venesuela-Uruguay 0-0, Chile-Bolivia 1-2 (1-2), Kolumbia-Argentina 2-1 (1-0), og Ekvador-Peru 1-0 (0-0).
Argentina er fremst við 18 stigum. Kolumbia er nummar tvey við 16 stigum, og Uruguay er nummar trý við 15 stigum. Ekvador hevur 11 stig, og Venesuela og Brasil hava 10 stig hvør. Paraguay og Bolivia hava níggju stig hvør. Chile er næstaftast við fimm stigum, og Bolivia er aftast við trimum stigum.
Seks tey fremstu liðini vinna seg beinleiðis til HM-endaspælið í USA, Kanada og Meksiko í 2026, og nummar sjey spælir Play Off dystir um at sleppa til HM.
Í løtuni er Brasil bert eitt stig omanfyri áttanda plássið, so trýstið er stórt á bæði venjara og leikarum.
9. oktober spælir Brasil móti Chile á útivølli, og 12. oktober móti Peru á heimavølli.
COMNEBOL - sum ógvuliga klókt, mótsatt UEFA - bjóðar hæddarpunkt frá HM-undankappingardystum á Youtube. Her eru hæddarpunktini frá dystinum Paraguay-Brasil 1-0 (1-0):
##med2##