VIDEO: FC Fredericia-AaB 2-3 (Samandráttur)

Síggj hæddarpunktini frá TV3 Sport frá fyrsta tapinum hjá Mattiasi Lamhauge í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Føroyski landsliðsmálverjin, Matthias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia tóku í fyrr í kvøld ímóti gamla stórliðnum úr Aalborg á heimavølli á Monjasa leikvøllinum í Fredericia í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

AaB var effektivari og vann dystin 3-2 við m.ø. tveimum deyðbóltsstøðum, har Mattias ikki fekk nógva hjálp frá verjuni hjá sær.

 

FC Fredericia-AaB 2-3 (1-2)

 

1-0 Sofus Berger (3.),

 

1-1 Rasmus Thelander (18.),

 

1-2 Mathias Jørgensen (27.),

 

2-2 Christian Gammelgaard (51.),

 

2-3 Lars Kramer (66.).

 

AaB var effektivari enn Fredericia. Sambært hagtølunum hevði AaB seks málroyndir, har Mattias hevði tríggjar bjargingar. Fredericia hevði átta málroyndir, men har hevði málverjin hjá AaB, Rody De Boer seks bjargingar. 

 

Fredericia er nummar trý í deildini við 33 stigum. AaB er fremst við 45 stigum.

 

HER  ber til at síggja samandráttin frá TV3 Sport frá dystinum FC Fredericia-AaB 2-3 (1-2)