VIDEO: Frakland hevur vunnið seg í EM-hálvfinalurnar

Frakland sendi Svøríki út í myrkrið

Tað vera Ungarn og Fraklandi sum vinna seg víðari í EM-hálvfinalurnar úr EM-millumbólki 1.

 

Tað er longu greitt sjálvt um eitt umfar er eftir at leika.

 

Frakland vann í kvøld 31-27 á Svøríki í Debrechen í Ungarn. Í steðginum vóru tær fronsku greitt á odda 19-13.

 

Tamara Horacek og Estelle Nze Minko vóru toppskjúttar hjá Fraklandi við seks málum hvør. Tyra Axnér og Jamina Roberts vóru toppskjúttar hjá Svøríki við fýra málum hvør.

 

Ungarn vann greiðan 37-29 sigur á Rumenia. Í steðginum var Ungarn á odda 20-15.

 

Fyrr í dag vann Montenegro 30-28 (14-14) á Póllandi.

 

Ungarn og Frakland hava átta stig hvør. Montenegro hevur fýra stig, meðan Rumenia og Svøríki hava tvey stig hvør. Aftast er Pólland við ongum stigi.

 

Skráin fyri seinasta umfarið í EM-millumbólki 1 týsdagin: Rumenia-Pólland (klokkan 14.30). Ungarn-Frakland (klokkan 17), og Svøríki-Montenegro (klokkan 19.30). 

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Frakland og Svøríki:

 

##med2##